Í sera áhugaverdari grein í nýggjasta Starvsmannablaðnum sigur Sigmundur Poulsen, advokatur, hvussu umráðandi tað er, at starvsfólk ruddar eftir seg, ikki minst inni á telduni, tá ið farið verður úr arbeiði. Í greinini verður sipað til mongu uppsagnirnar sum hava verið á Strandferðsluni í 1996. Har hevði eitt av starvsfólkunum "ruddað" meiri enn væl var eftir sær inni á teldudisklinum, í øllum førum sambært Strandferðsluni. Starvsfólkið, sum framman undan varð sagt úr starvi, fekk boð um at halda seg burtur úr arbeiði uttan løn í uppsagnartíðini. Stovnurin helt uppá, at viðkomandi hevði tileinkisgjørt tilfar, sum ikki var ogn hjá viðkomandi, men heldur tilfar av týdningi fyri stovnin. Starvsmannafelagið gjørdi av at royna málið í rættinum við kravi um, at starvsmaðurin varð burturvístur av órøttum og at hann átti løn alla uppsagnartíðina. Felagið tapti í Føroya rætti, sum segði at tað var tænastubrot at sletta tilfarið, men fekk viðhald í Landsrættinum, sum segði, at tilfarið eftir umstøðunum ikki kundi hava so stóran týdning.
Læran í hesum má tí vera, sum eisini kemur fram í greinini í Starvsmannablaðnum, at starvsfólk eiga fyrst og fremst at fylgja teimum forskriftum, sum eru fyri slíkum, um nakrar eru. Annars eiga tey at ansa eftir soleiðis at tey bara sletta tað, sum er reint privat og einki hevur við arbeiðsplássið at gera. Og so annars at ráðføra seg við arbeiðsgevara og fakfelag sítt, um ivi er.