Vit eru von við at lesa bløð, sum eru full av greinum. Men á myndini síggja vit eisini eina grein, sum er full av bløðum. Ein lesari var inni á gólvinum og spurdi, um hann ikki kundi fáa hesa greinina í blaðið. Jú, tað var gamaní. Og soleiðis hendi tað, at eitt blað fult av greinum eisini innihelt eina grein fulla av bløðum...