Maður fór fyri borð

Ein maður umborð á trolbátinum Fiskakletti gjørdist sunnudagin fastur í kypparinum og fór fyri borð. Tað var tó ongantíð nakar vandi á ferð, og tað gingu minni enn tveir minnuttir til maðurin varð fingin umborð aftur

Tíbetur hendi eingin ólukka, tá ið ein 33 ára gamal maður umborð á Fiskakletti sunnudagin gjørdist fastur í kypparinum og fór fyri borð.

Trolbáturin Fiskaklettur fiskaði í ein landnyðring úr Fugloynni. Tað var av fínast veðri og blanka stilli. Teir høvdu eini 150 kassar inni. Tá ið teir skuldu koyra trolið út gjørdis ein av monnunum fastur í kypparinum og fór fyri borð. Manningin sá tilburðin og gjørdi skjótt av. Teir steðgaðu øllum og fingu næstan beinavegin fatur í manninum, sum bara lá ein metur frá sjálvum bátinum, og tóku hann upp aftur í bátin.

Skiparin á Fiskakletti Johannes Jacobsen av Viðareiði, heldur, at tað bara gingu millum ein og tveir minnuttir til teir høvdu fingið mannin umborð aftur. Maðurin hevði ikki fingið nakað av skaða. Tað einast hann merkti til, var at hann hevði eitt sindur ilt í beininum. Eisini fekk hann eina blóðsavnan í lærið. Maðurin vildi tó ikki, at teir skuldu sigla inn við honum. Hann tók sjálvur lut í arbeiðinum umborð aftaná, og umleið eitt døgn aftaná vóru teir inni.

Maðurin fór til lækna, tá ið hann kom heim, men tað vísti seg, at hann ikki hevði fingið nakran skaða í beinið. Hann skal tó halda frí í eina viku.