Hitin á landgrunninum ongantíð áður verið so høgur sum í 2003

Síðan 1991 hevur Fiskirannsóknarstovan mátað hitan á sjónum við Oyrargjógv og ongantíð áður, síðan hesin mátingar byrjaðu, hevur miðalhitin verið so høgur síðan á sumri 2003. Hinvegin var summarið 2004 tað næst heitasta. Eisini var veturin 2002-2003 tann heitasti hetta tíðarskeiðið. Á Fiskirannsóknarstovuni duga tey tó enn ikki at siga, um økti hitin í sjónum er ein avleiðing av alheims upphitingini, tí aðrar kanningar vísa, at sjógvurin eisini var óvanliga heitur árini 1959, 1960 og 1961

Sjóvarhiti

Fiskirannsóknarstovan sigur, at sjógvurin, sum er innast á landgrunninum, lutvíst er avbyrgdur frá sjónum uttanfyri.
- Hetta hevur við sær, at hesin sjógvur ikki líkist sjónum uttanfyri. Eitt nú er hitin á landgrunninum næstan altíð lægri enn hitin uttanfyri. Sjógvurin innast á landgrunninum, innanfyri 100-150 metrar, er umleið eitt stig kaldari enn sjógvurin úti á. Tað er eitt sonevnt hitamót, sum skilir sjógvin inni á frá tí ytra sjónum, og í hesi greinini er tað sjógvurin, sum er innanfyri hetta hitamót, sum verður umrøddur.
Hesin sjógvur er væl blandaður, tí hitin er næstan tann sami allastaðni innanfyri mótið á landgrunninum, serliga í norðraru helvtini. Úti á er sjógvurin heitari vestanfyri landgrunnin enn eystanfyri.
Karin Margretha Larsen, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni, vísir á, at umframt henda munin millum sjógvin úti á og inni á, er eisini munur á, hvussu hitin broytist við dýpi.

Árstíðarbroyting
- Á landgrunninum er nógvur røringur í sjónum, og hann er tí sera væl blandaður. Tað hevur við sær, at hitin er hin sami úr vatnskorpu og niður á botn.
Orsøkin til hetta, sigur hon, er harða sjóvarfallið inni á
grunnum, sum alla tíðina blandar sjógvin. Hinvegin er sjóvarfallið ikki so hart úti á, og tí kann sjógvurin har verða lagskipaður við heitum sjógvi í erva og køldum í neðra.
- Hitin í sjónum hevur eina regluliga árstíðarbroyting, har sjógvurin er kaldastur í februar ella mars og heitastur í august ella september. Munurin millum summar og vetur liggur um eini 4 stig, sigur hon.
Lagt verður aftrat, at árstíðarbroytingar í sjógvi og luft vera stýrdar av, hvussu nógv sólin skínur, og hvussu høgt sólin stendur á himli.
- Men hitin í luftini ávirkast nógv skjótari av sólini, og luftin ger sítt til at hita ella køla sjógvin. Mátingarnar vísa, at hitabroytingin í luftini millum summar og vetur er størri enn í sjónum, nevniliga umleið 8 stig. Sjógvmátingarnar eru gjørdar við Oyrargjógv og luftmátingarnar í Havn. Um veturin er hitin í luftini minni enn í sjónum, men um summarið er hitin í luftini hægri. Hetta merkir, at longu tíðliga um summarið, tá ið luftin er vorðin heitari enn sjógvurin á landgrunninum, verður hiti fluttur úr luftini í sjógvin.

Ikki avbyrgdur heilt
Karin Margretha vísir á, at í august, tá ið summarið fer at halla, byrjar luftin at kólna aftur  og tá ið so luft og sjógvur eru líka heit, hitnar sjógvur ikki meira, men fer aftur at kólna.
- Av tí, at luftin kólnar skjótari enn sjógvurin, verður sjógvurin um veturin kóldur av luftini, leggur hon aftrat.
Luftin kølir tó ikki bara sjógvin inni á, men eisini úti á, og her er rættiliga stórur munur.
- Inni á er sum kunnugt rættiliga grunt, og tí er lutfalsliga nógv minni av sjógvi inni á enn úti á. Tá ið røringur kemur í sjógvin úti á um veturin, eitt nú av vindi, blandast hesin sjógvur heilt niður á 400-500 metra dýpi, so tað er sjálvsagt, at her er meira sjógvur, ið skal kølast. Tí megnar luftin at køla sjógvin inni á meira enn sjógvin úti á.
Aðrastaðni í greinini er nevnt, at hitamunurin á sjónum inni á landgrunninum á sumri og vetri er umleið 4 stig, men úti á er munurin bert eini 2 stig. Úti á er hetta tó bert galdandi, um miðalhitin verður roknaður úr vatnskorpuni og niður á umleið 100 metra dýpi.
- Hóast eitt hitamót er millum sjógvin inni á og sjógvin úti á, er sjógvurin inni á ikki heilt avbyrgdur. Sjógvurin blandast sjálvsagt nakað, og tá ið lutfalsliga lítið av sjógvi er inni á, kann sjógvurin uttanífrá gera mun og ávirka hitan í sjónum á landgrunninum, sigur hon.

Hitin setir met
Nú sjóvarhitin á landgrunninum hevur sett met, er tað kanska freistandi at halda, at nógv umrødda alheimsupphitingin eisini er farin at ávirka viðurskiftini við Føroyar.
- Fyribils eru tað tó bara trý ár, ið hava verið óvanliga heit, og tí ber ikki til at staðfesta enn, um talan er um alheimsupphiting  ella um hesi árini bara eru náttúrlig frávik frá miðalheitum árum. Í øllum førum ber tó til at siga, at vit í løtuni eru í einum heitum tíðarskeiði.
Karin Margretha vísir á, at vitapassarin í Mykineshólmi mátaði hitan í sjónum dagliga í tíðarskeiðinum 1914-1969.
Tá ið hitin máldur við Oyrargjógv og hitin máldur í Mykineshólmi verða samanbornir, sæst, at av 24 mánaðum í 2003 og 2004 eru teir 14 líka heitir ella heitari enn tilsvarandi heitastu mánaðirnir mátaðir í Mykineshólmi í árunum, 1914-1969.
- Eisini eiga mátingarnar við Oyrargjógv metið fyri heitasta mánaða í sjey av ársins 12 mánaðum, harav eitt av hesum mánaðarmetum er frá 2002. Soleiðis var september 2003 við miðalhitanum 11,1 stig tann heitasti mánaðurin, vit vita um á landgrunninum, sigur hon.
Men, leggur hon aftrat:
- Hetta tíðarskeiðið, vit eru í nú, er tó ikki tað heitasta tíðarskeiðið, vit vita um. Sambært mátingunum í Mykineshólmi vóru árini 1959, 1960 og 1961 eisini óvanliga heit  og umleið líka so heit sum árini 2002, 2003 og 2004. Hetta er eisini ein orsøk til, at vit ikki kunnu siga, um tey trý seinastu árini eru ein avleiðing av alheimsupphitingini, hóast fleiri hitamet eru sett hesi árini.

Ikki haldbarar
- Tað fyrsta, vit vita um av regluligum hitamátingum á landgrunninum, eru hitamátingar úr Tórshavn, mátaðar í tíðarskeiðinum, 1875-1919. Mátingarnar úr Tórshavn hava av ymiskum ávum víst seg at verið heldur óálítandi; í øllum førum kunnu tær ikki sigast at umboða hitan á landgrunninum.
Hon vísir á, at mátingarnar í Mykineshólmi fóru fram á tann hátt, at vitapassarin dagliga fylti eina spann við sjógvi frá ávísum staði, og síðan mátaði hann hitan við hitamátara.
- Hetta er tó ikki gjørt hvønn dag frá 1914 til 1969, og tí eru nøkur hol í mátirøðini. Tey flestu árini eru tó fleiri enn 350 mátingar, men summi ár, serliga miðskeiðis í fimtiárunum og síðst í sekstiárunum, eru færri enn 300 mátingar um árið.
Í 1991 var tøknin munandi meira framkomin, og Fiskirannsóknarstovan kundi tí leggja elektroniskar hitamátarar við Oyrargjógv.
- At valið fall á Oyrargjógv, var tí, at sjógvurin har er væl blandaður av sjóvarfalli, og tí er umboðandi fyri sjógvin á landgrunninum. Hesir mátarar eru battaríriknir, og teir máta hitan við jøvnum millumbilum. Hvørja ferð, ein máting er gjørd, verður hon goymd í minninum, sum mátarin hevur. Fyri at tryggja, at mátingarnar eru í lagi, eru støðugt tveir ella tríggir hitamátarar við Oyrargjógv, um tað skuldi hent, at ein av mátarunum gongur fyri.
Tvær til tríggjar ferðir um árið verða mátararnir tiknir upp, og mátingarnar verða lisnar inn á teldu:
- Tíverri er tøknin ikki betur enn so, at tað onkuntíð er hent, at mátingarnar partvís eru farnar fyri skeytið - og tískil eru eisini hol í hesi mátirøðini, sigur Karin Margretha Larsen at enda.
Í grein í tíðarritinum, "Frøði" viðger Karin Margretha Larsen tær mátingar, sum gjørdar eru.
Síðan 1997 hevur hon starvast á Fiskirannsóknarstovuni, fyrst sum verkfrøðingur og seinni sum havfrøðingur.
Á heysti 2004 byrjaði Karin Margretha Larsen ph.d-lestur við heitinum, "Circulation and exchange of water masses on the Faroe Shelf".