Bodø/Glimt til 4-3. Síðani gekk ein góð løta, áðrenn nakað mál kom aftur, men í 88. minutti javnaði Bodø/Glimt til 4-4. Men eisini hesaferð gekk bert ein minuttir, so var mál í hinum endanum, so Haugesund [...] enda var sigurin uppiborin, skrivar VG. Einasta málið í dystinum kom, tá fyrrverandi norski landsliðsspælarin Jostein Flo á eyðkendan hátt skallaði bóltin fyri føturnar á Christer George, og hetta var rættiliga [...] vikuskiftið vann 2-1 á Tromsø, skoraði Julian Johnsson til 1-0 næstan beinanvegin í dystinum, og sigurin var kærkomin hjá Kongsvinger-liðnum, sum roynir at sleppa undan niðurflyting úr bestu norsku deildini.
verða við, at útflytarar hava fingið loyvi at senda vørur sínar til Turkarlands aftur. Ein amerikonsk fyritøka var í apríl 1998 í samráðingum við turkisku løgregluna um at selja henni 10.000 elektrosjokk [...] í samband við, at farið verður undir hetta átakið. Í frágreiðingini verður dentur m.a. lagdur á: 1.Umfatandi løgregluharðskapur: Nú er løgregluharðskapur vorðin ein so stórur trupulleiki í USA, at fleiri [...] og tá bilar verða steðgaðir. Hetta kemur serliga ofta fyri í miðbýunum, har stórir minnilutabólkar búgva. Mong varðhaldsfongslaði lata lív, meðan tey eru bundin niður. Hetta kemur serliga fyri, tá løgreglan
børnini hava møguleika á ein skapandi og mennandi hátt at royna seg. - Vit hava havt trý ymisk evnisarbeiði í síðstuni, ein bólkur hevur arbeitt við evninum fjøra, ein við ull og ein við ítrótti og regluspælum [...] verið ein fyrimunur, at tær eins og hinir leiðararnir á frítíðarskúlunum í Havn, hava havt møguleikan og frælsið til at byggja karmarnar um stovnin upp frá grundini av. Tað er ymiskt, hvussu ein vanligur [...] - Børnini verða spurd, hvat tey hava hug til. Og hugskotini frá teimum eru ofta góð. Hava tey hug at spæla kríggj ein dag sleppa tey tað, sigur Guðrun. Trygd, dygd og virksemi Arbeiðssetningurin hjá
ráðum undir landsstýrismálastýrunum, ein frágreiðing um barnsburðargrunn, ein fyrilestur eftir Kristen Brix, sum er limur í Javnstøðunevndini, um marginalisering, ein fyrilestur eftir Turið Debes Hentze [...] Eftir hetta varð boðað landsstýrinum frá, at vend skuldi koma í og samstarv fáast í lag við Javnstøðunevndina. Síðani hevur landsstýrið í fleiri førum vent sær til Javnstøðunevndina um vegleiðing og støðutakan [...] Stórur partur av virkseminum hjá Javnstøðunevndini í fjør var at gera vart við brot á grein 8 í lógini, sum snýr seg um val av umboðum í nevndir og ráð. Landsstýrið ger framhaldandi brot á lógina. Í februar
við slíkari avmarking. Ein slík avgerð tykir mær eitt sindur illa umhugsað, tí nær hevur nakar avrikað ella víst á arbeiði, har brótast skal upp úr nýggjum eftir bert einum ári. Ein slík avmarking kann eisini [...] at hon hevur viðrák í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár. Játtanin til nevndina, sum í fjør var 175.000 og í ár 200.000, verður komandi ár 263.000 krónur. Javnstøðunevndin hevur ætlan um at seta [...] til fólk at taka sær av støðugt vaksandi javnstøðuarbeiðinum, verður arbeiðið ikki gjørt til lítar. Hetta hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona við ábyrgd av javnstøðulógini, tikið til eftirtektar
n«, sum var ein avtala millum peningastovnarnar og Húsalánsgrunnin við m.a. rentunullstillingum og avdráttarskáa saman við løgtingslógini um at hækka rentufrádráttin úr 40% upp til 48% var ein roynd at [...] landsstýrið hevur at hjálpa einum ávísum parti av teimum, ið komu illa fyri av kreppuárunum. Hetta er tí ein sera trupul spurningur, og verður tað ringt hjá landsstýrinum at grípa inn. Um landsstýrið grípur [...] Eg havi í hesum sambandi vent mær til fíggjarstovnarnar og fingið upplýst, at teir hava gjørt nógvar avtalur um sethúsaskuld. Fíggjarstovnarnir hava eisini upplýst mær, at teir framvegis fara at gera
samgonga og andstøða. -Tí má eg eisini viðganga, at eg dugi illa at ímynda mær, at ein flokkur við sjey tingmonnum ikki eigur ein formann í tinginum. Tað er ikki rætt, og tað er ikki demokratiskt heldur [...] einum góðum samarbeiði millum allar. -Tá andstøðan fekk formannin í Uttanlandsnevndini var tú ein av teimum, sum helt hetta vera gott fyri demokratiið! -Tað havi eg uttan iva sagt, og tað meini eg framvegis [...] verða heft at, um ein er í samgongu ella ikki men av styrkini á teimum flokkum, sum sita í tinginum. Tvs. at tað átti at verið so, at tað ikki er avgerandi, um formenn í nevndum hoyra til ein samgonguflokk
ikki, at hetta er nakað sakligt argument. Soleiðis sum eg síggi hetta málið, so snýr tað seg eisini um, at heimurin er í eini øgiligari broytingartíð. Ein kann næstan samanbera hetta við, tá ein fór frá [...] sáttmála við Danmark osfr., og har tað verður løgd ein ætlan fyri, hvussu hetta skal gerast. Eg haldi tað er beinleiðis naivt ella ósakligt at rokna við, at ein landsstýrissamgonga, sum longu hevur sett sær [...] skulu avloysa blokkin? -Hetta er ikki rætt. Tað verður sagt, hvussu hetta skal gerast. Men her er mest umráðandi ikki at blanda tingini saman. Tað vit biðja tingið um, er hetta: vit hava sett okkum eitt
hvørjum ári. Ein kann siga, at hetta er vorðin siðvenja og børnunum dámar væl og spennandi er eisini at taka upp. Fríggjadagin tóku næmingar og lærar í Porkeris Skúla epli upp og úrslitið var á góðari leið [...] Hóast onkur vildi halda, at meira kund i verið undir, so má sigast, at eplini sóu út til at vera góð. Eplini verða býtt javnt millum næmingar og lærarar og teir næmingar, ið eru farnir til Vágs í fra
uppaftur størri avbjóðingum. Merkir hetta, at tær gomlu uppgávurnar hjá læraranum eru farnar? Merkir hetta, at nærumhvørvið ongan týdning hevur longur. Merkir hetta, at tildømis gamlar lærugreinar, sum [...] L. Samuelsen, formaður Føroya Lærarafelags, hevði boðið gestunum vælkomnum, var felagssangur sungin, »Landið eg bar við mær inn um skúlagátt«, ið Karsten Hoydal yrkti. Síðani helt Høgni Hoydal, varaløgmaður [...] einum føroyskum skúla. Her segði Høgni m.a.: Lærarin var tann intellektuelli í bygdasamfelagnum. Umframt at vera portrið til bókligan lærdóm hjá børnunum var hann kanska eitt slag av skrivara og umboði hjá