Javnstøðulógin framvegis brotin

Landsstýrið ger framhaldandi brot á grein 8 í javnstøðulógini og velur umboð í nevndir og ráð í stríð við lógina.

Stórur partur av virkseminum hjá Javnstøðunevndini í fjør var at gera vart við brot á grein 8 í lógini, sum snýr seg um val av umboðum í nevndir og ráð. Landsstýrið ger framhaldandi brot á lógina. Í februar í 1996 klagaði Javnstøðunevndin landsstýrið fyri landsstýrismálanevndina, og gott og væl hálvt annað ár seinni, í september í fjør, kom niðurstøðan frá kanningarstjóranum, sum landsstýrismálanevndin setti at kanna málið. Staðfest vórðu fleiri brot á lógina. Eftir hetta varð boðað landsstýrinum frá, at vend skuldi koma í og samstarv fáast í lag við Javnstøðunevndina. Síðani hevur landsstýrið í fleiri førum vent sær til Javnstøðunevndina um vegleiðing og støðutakan í ítøkiligum málum, men eingin føst mannagongd er gjørd, so sum landsstýrið segði seg ynskja.

Hetta stendur í ársfrágreiðingini fyri 1997 hjá Javnstøðunevndini; í ritinum verður eisini greitt frá arbeiðssetninginum hjá nevndini og tikið verður saman um virksemið.


Kynsbýtið

Um enn eingin føst mannagongd er, fylgir Javnstøðunevndin væl við, hvussu kynsbýtið er, tá ið landsstýrið velur fólk í nevndir og ráð. Í ársfrágreiðingini er yvirlit yvir kynsbýtið í nevndum og ráðum undir landsstýrismálastýrunum. Har eru 92 konufólk og 272 mannfólk við ávikavist 23 og 85 eykavaldum. Tað hevur gingið striltið at fáa yvirlit yvir býtið og sum oftast frættir Javnstøðunevndin um, hvussu nevndir og ráð verða mannað, í fjølmiðlunum.


Kærur

Meginparturin av arbeiðinum hjá Javnstøðunevndini hevur verið at svara fyrispurningum og í fjølmiðlum at gera vart við øki og mál í samfelagnum, har javnstøðan millum kynini eigur at havast meiri í huga og eisini útinnast í verki. Rættiliga nógvir fyrispurningar eru um javnstøðulógina, har víst verður á meginregluna í lógini um, at "mismunur ikki má gerast á fólkum vegna kyn" ella við at beinleiðis verður víst til aðra grein.

Støðugt nógvar áheitanir eru um viðurskifti, orsakað av regluni í skattalógini um samskatting av hjúnafeløgum. Við bruttoskattaskipanini eru kona og maður skattliga leys av hvør øðrum. Hetta er í fullum samsvari við javnstøðulógina.

Javnstøðunevndin fær eisini nógvar áheitanir frá kvinnum, sum ikki góðtaka, at inntøka av útleigu av húsum, sum standa í teirra navni og kanska enntá sum teirra serogn, verður løgd afturat inntøkuni hjá manninum, og somuleiðis at hall av hesi útleigu bert kann dragast frá inntøkuni hjá manninum.

Til tað hevur Javnstøðunevndin sagt, at skattalógin er serlóg, sum ikki er í samsvari við ta yngru javnstøðulógina, sum er ein rammulóg, sum tí ikki kann koma ístaðin fyri skattalógina. Tí eigur skattalógin at verða broytt til at verða í samsvari við javnstøðulógina.

Umframt hesi ítøkiligu mál fær Javnstøðunevndin eisini fyrispurningar um starvssetan og -uppsøgn, um hvussu starvslýsingar skulu vera orðaðar og mangt annað.

Í ársfrágreiðingini er yvirlit yvir kynsbýtið í nevndum og ráðum undir landsstýrismálastýrunum, ein frágreiðing um barnsburðargrunn, ein fyrilestur eftir Kristen Brix, sum er limur í Javnstøðunevndini, um marginalisering, ein fyrilestur eftir Turið Debes Hentze, forkvinnu í Javnstøðunevndini, um hvønn týdning javnstøðulógin hevur, umframt skjøl úr brævaskifti, reglugerð fyri javnstøðunevndina og sjálv javnstøðulógin.

Í Javnstøðunevndini sita Turið Debes Hentze, forkvinna, Áslak Tausen, Jón Hestoy, Jancy Olsen og Kristen Brix.