Í mong ár hava skúlabørnini í Porkeri sett epli niður á hvørjum ári. Ein kann siga, at hetta er vorðin siðvenja og børnunum dámar væl og spennandi er eisini at taka upp.
Fríggjadagin tóku næmingar og lærar í Porkeris Skúla epli upp og úrslitið var á góðari leið. Hóast onkur vildi halda, at meira kund
i verið undir, so má sigast, at eplini sóu út til at vera góð.
Eplini verða býtt javnt millum næmingar og lærarar og teir næmingar, ið eru farnir til Vágs í framhaldsdeildina fáa eisini part, og tað verður ikki hildið at vera meira enn rímuligt, tí teir vóru við til at fáa eplini í jørðina.










