Á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið

Kritdust, peikipinnar, oyrafikur og kunningartøkni og long summarfrítíð. Hesi vóru nøkur av orðunum, ið komu Høgna Hoydal, varaløgmanni, til hugs, tá hann flutti fram røðu í sambandi við hátíðarhald Føroya Lærarafelags. Eisini metti hann, at vit í dag standa á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið fyri skúlan og læraran. - Kunningartøknin verður amboðið, sum bindur skúlan, heimið, samfelagið og heimin saman, segði Høgni Hoydal millum annað í røðuni

Eftir at Andras L. Samuelsen, formaður Føroya Lærarafelags, hevði boðið gestunum vælkomnum, var felagssangur sungin, »Landið eg bar við mær inn um skúlagátt«, ið Karsten Hoydal yrkti.

Síðani helt Høgni Hoydal, varaløgmaður, røðu. Stuttligt er kanska at nevna, at Høgni er abbasonur Karsten Hoydal.

Høgni Hoydal byrjaði røðu sína við hugarensli, ið hann segði kom honum til hugs í sambandi við dagin;


Kritdust og

peikipinnar

? Kritdust. Slitnar floyalsbuksur. Peikipinnar. Oyrafikur. Per átti ein hund. Kateta, hypotenusa. Høgar knælyftingar, loypa um bukk. Langa summarferiu, forkelað stætt.

? Nú vakni øll úr svøvni glað. Móðurmál. Menning. Savningarpersónur í bygdini, íblásari, politikari, skald, tilvitska. Bókaútgáva.

? Happing, niðurslitin, larmur og ókvæmisorð.

? Kunningartøkni, foreldrasamstarv, eftirútbúgving, skeið.

Høgni Hoydal bað áhoyrararnar orsaka henda orðafloymin, ið hann segði vóru tankar sum lýstu nøkur persónlig minni, nakrar fordómar og nakrar einfaldar útsagnir um leiklutin hjá læraranum í samfelagnum seinasti 100 árini.

Og tað sýntist júst at vera leiklut lærarans, ið Høgni Hoydal hevði bygt røðu sína upp um. Hegnisliga lýsti Høgni Hoydal leiklut lærarans í trimum stigum.

Hvørt brot hevði eina yvirskrift, ið líkasum kókaði niður høvuðssjónarmiðið í brotinum.


Fyrr

1. tíðarskeið: Lærarin sum itnellektuelur í bygdasamfelagnum. Lærarin sum miðil og savnari. Lærarin í tí gamla borgarliga skúlanum. Lærarin í stríðnum fyri einum føroyskum skúla.

Her segði Høgni m.a.:

Lærarin var tann intellektuelli í bygdasamfelagnum. Umframt at vera portrið til bókligan lærdóm hjá børnunum var hann kanska eitt slag av skrivara og umboði hjá bygdini mótvegis umheiminum. Helst er tað her vit finna orsøkina til, at

nógvir lærarar gerast politikarar. Og neyvan sum fordómarnir siga, tí teir hava ov góða tíð.

Víðari segði Høgni Hoydal:

Men hvørja uppgáva, hevði lærarin í skúlanum? Tað var jú fyri 100 árum síðani og væl longur frameftir í øldina »tann gamli svarti skúlin«, ella tað vit kenna sum tann borgarligi skúlin í Europa, sum var grundarlagið. Skúlin við peikipinnum og oyrafikum. Ein ávísur lærdómur skuldi trýstast inn í knokkin á næmingunum



Næsta brot í røðu varaløgmans hevði hesa yvirskrift:

2. Tíðarskeið: Ídnaðar- og vælferðarsamfelagið. Lærarin sum spesialistur og sálarfrøðingur í einum tvíbýttum gerandisdegi hjá næminginum. Fólkaskúlin sum verksmiðja fyri víðari lærdóm og útbúgving fyri øll.

Her nam Høgni Hoydal við stóru broytingarnar innan og uttan skúlagátt. Skúlin skal ikki longur bert trýsta lærdóm inn í høvdið á næmingunum til at klára seg í einum óbroytiligum samfelag.

Høgni Hoydal helt fram og segði m.a.:

Tíðin, tá ein lærari kundi undirvísa í øllum lærugreinum og geva næmingunum eina fasta heildarmynd av samfelagnum, er um at vera farin. Tí samfelagið broytist skjótari enn skúlin.

Leikluturin hjá lærararanum sum sálarfrøðingur og pedagogur, ið eisini má taka lut í støðuni hjá tí einstaka næminginum veksur.

Alt hetta hevur sett ómetlig krøv til lærarastættina, til tørvin á undirvísingaramboðum og til tørvin á bæði servitan og pedagogiskum førleika hjá lærarum alt í einum.

Autoriteturin hjá læraranum er samstundis fánaður í skúlanum og samfelagnum, og nógvir lærarar hava uttan iva kent seg maktarleysar og niðurslitnar í nútímans skúlanum.

Hetta hevur skapt heilt onnur krøv til ein føroyskan skúla. Vit vita, at Føroya Lærarafelag eisini hevur gingið á odda her fyri at tryggja lærarum betri arbeiðskor. Vit vita, at Lærarafelagið við síni bókadeild hevur gingið á odda fyri at útvega undirvísingaramboð. Men vit vita eisini, at langt er eftir á mál við undirvísingaramboðum og politiskari viðgerð av einum føroyskum framtíðarskúla.


Framtíðin

3. Tíðarskeið: Kunningarsamfelagið - kunningartøknin - nýggjur møguleiki

fyri einum føroyskum skúla.

Undir hesi yvirskriftini kom Høgni Hoydal inn á nú- og framtíðina.

Hann segði m.a.:

Tað eru ikki longur kritdust og peikipinnar, sum umgyrða læraran, men forrit og telduskíggjar. Og autoritetur lærarans verður fyri uppaftur størri avbjóðingum.

Merkir hetta, at tær gomlu uppgávurnar hjá læraranum eru farnar? Merkir

hetta, at nærumhvørvið ongan týdning hevur longur. Merkir hetta, at tildømis gamlar lærugreinar, sum ítróttur, sangur og søga eru farnar?

Merkir hetta, at lærarin skal verða tekniskur snillingur, til tess at varðveita sín autoritet og tosa sama mál sum næmingurin?

Nei, tað haldi eg er ein skeiv hugsan. Tær sonevndu »gomlu lærugreinarnar« eru helst enn týdningarmiklari enn áður, og leiklutur lærarans í nærsamfelagnum er eins týdningarmikil og áður. Tann nýggja kunningarøldin setir krøv um, at skúlin skal gera okkum til heimsborgarar. Men fyri at gerast heimsborgari, mást tú framvegis kenna teg sjálvan og títt egna samfelag fyrst.


Avbjóðing og kollveltandi broytingar

Víðari segði varaløgmaður:

Avbjóðingin hjá lærarum og hjá Føroya Lærarafelag liggur kanska í hesum:

Hvussu verður undirvísingarhátturin framyvir? Er tað framvegis rætt at trýsta 24 næmingar inn í eitt flokshøli, 45 minuttir í senn? Byggir tann karmurin ikki á tann gamla »svarta skúlan«, har eitt ávíst pensum skuldi trýstast inn í høvdið á næminginum? Eru teir fysisku undirvísingarkarmarnir ikki broyttir ómetaliga lítið, meðan innihaldið hevur verið fyri kollveltandi broytingum?

Høgni Hoydal saknaði eitt orðaskifti hesum viðvíkjandi og hann metti, at lærarafelagið mátti ganga á odda, tí , sum hann málbar seg, politikarar mugu dragast eftir hárinum, áðrenn teir ásanna tørvin á slíkum broytingum.

Høgni Hoydal ynskti at enda vegna Føroya Landsstýri Føroya Lærarafelag og limum tess tillukku við teimum 100 árunum við vón um framhaldandi virkni

næstu 100 árini.