sum fyri kortum er selt, og hús verða bygd á stykkið. Tað er tað sum býráðið kallar »eina óhepna matrikulering«, sum er orsøkin til, at býráðið vil keypa part av stykkinum. Sambært skránni fyri býráðsfundin [...] at tey geva loyvi til at gera matrikulbrotytingar soleiðis, at Baraldsgøta fær rætt skap. Keypsprísurin er 2.000 krónur, sum samsvarar við fermetraprísin, sum eigarin hevur latið fyri stykkið. Harumframt [...] Harumframt skal kommunan brúka 13.000 krónur til marknaumskipan. Tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu og býarverkfrøðingurin hava mælt til keypið og marknaumskipanina. Bæði tekniska nevnd og fíggjarnevndini
verkætlanum í sambandi við vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild fyri 2018 sambært kunngerð við stuttari freist til týsdagin hin 10. juli 2018 klokkan 12. - Somuleiðis verður lýst eftir verkætlanum [...] verkætlanum í sambandi við vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir makreli fyri 2018 sambært kunngerð við freist til fríggjadagin hin 10. august 2018 klokkan 12. Fiskimálaráðið upplýsir, at samlaða nøgdin, sum [...] sami sum undanfarin ár, sigur Fiskimálaráðið, sum leggur aftrat, at kvoturnar, sum eru fyri 2018, kunnu ikki flytast til árið eftir. Um heimasíðuna hjá Fiskimálaráðnum fáast umsóknarbløð, eins og meira fæst
Chelsea hevur í dag keypt Kepa Arrizabalaga frá Athletic Bilbao, fyri 592 milliónir krónur. Tað er nýtt heimsmet fyri ein málverja. Les eisini: Málmanskreppa í Chelsea 23 ára gamli Kepa Arrizabalaga er [...] ein part av avtaluni, verður Mateo Kovacic útleigaður til Chelsea. Liverpool setti í farna mánaði met, tá felagið keypti Alisson Becker frá AS Roma fyri áleið 500 milliónir krónur. Nú hevur Chelsea sett nýtt
vitjan í Føroyum. Vertur fyri vitjanina er Javnaðarflokkurin og Aksel V Johannesen, løgmaður. Mette Frederiksen skal fundast við formansskapin, starvsnevnd og leiðandi umboð fyri Javnaðarflokkin, og er ætlanin [...] okkinum, sum verður hildin í Smæruni í Havn. Umframt at Mette Frederiksen eisini skal hitta umboð fyri Samtak og Samstarv, fer hon at kunna seg eitt sindur um føroysk viðurskift, har hon m.a. fer at vitja
FMA hevur nú nøkur ár á baki. FMA - sum stendur fyri Faroese Music Awards - er eitt tiltak, sum Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið skipa fyri í felag. Seinastu árini hevur tiltakið verið hildið [...] salurin hevur verið karmur um eina ørgrynnu av virðisløna handanum fyri tónleikaavrik, eins og hópin av bólkum og einstaklingum hava spælt til FMA tiltakið. 11. mars 2017 verður so tiltakið aftur. Hesaferð
skurð í Havanna í Kuba tann 10. juni fyri onkra sjúku í undirlívinum. Myndugleikarnir hava sagt, at skurðviðgerðin gekk væl, og at forsetin fór at verða førur fyri at taka lut á toppfundinum á Margarita [...] við tíðindastovuna Reuters, at toppfundurin er útsettur, so Hugo Chavez skal fáa betri stundir til at koma fyri seg eftir skurðviðgerðina.
ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið trý fólk og fyri at hava roynt at drepa fýra onnur í grønlendsku bygdini Nutaarmiut tann 8. februar, er nú fluttur til Danmarkar, har hann skal mentalkannast [...] avgerandi fyri, hvørja revsing hann kann fáa, um hann verður dømdur sekur, sigur Niels Erik Mymark hjá grønlendsku løgregluni við kringvarpið KNR. Spurningurin er, at maðurin er egnaður til fongsulsrevsing [...] vsing, ella um serfrøðingarnir fara at mæla til, at hann fær ein viðgerðardóm, verður hann funnin sekur. Fyribils er tann ákærdi varðhaldsfongslaður til tann 1. mai.
m, fyri at seta Føroyar meira í fokus millum danir. Ferðin hjá teimum hevur til endamáls at menna vitanina um Føroyar, soleiðis at sølufólkini hjá DSB standa sterkari, tá danir spyrja um ferðir til Føroyar [...] 14 sølufólk frá DSB Rejsebureau í Danmark eru í hesum døgum í Føroyum fyri at kunna seg um oyggjarnar. Hetta er gjørt í samband við, at tey eru farin ígongd við at selja Føroyar sum ferðamannaland á danska [...] hevur tilsamans 15 ferðaskrivstovur í Danmark. (Myndin er tikin uttanfyri Gjáargarð, har umboðini fyri DSB, GreenGate og Ferðaráð Føroya nýttu eina góða máltíð saman)
Domes boðin við, og í innbjóðingini stendur, at fyritøkan er í uppskoti til gullheiðursmerki fyri dygd. Easy Domes er kend fyri framleiðslu av húsum, ið eru skjót at savna og seta upp, og hugsað er um [...] Tað er fyritøkan Easy Domes Ltd hjá Kára Thomsen, ið er innstillað til gullheiðursmerki fyri dygdararbeiði á altjóða støði. Tann 30. september verður Business International Convention for Quality, Innovation [...] framleitt. Tað er B.I.D. (Business Initiative Directions), ið árliga metur um og letur heiðursmerki til fyritøkur, ið verða mettar at skara framúr.
februar, skipar Kyndil fyri stórum harmonikudansi í høllini á Hálsi. Kvøldið byrjar klokkan 20, tá ið Tres Amigos fara at spæla undir til felagssang. Heili átta orkestur fara at spæla til stóra dansin. Skipað [...] Skipað varð fyrstu ferð fyri harmonikudansi í høllini á Hálsi í februar í fjør. Kvøldið var ein roynd hjá Kyndli og Harmonikufelag Føroya at skipa fyri einum øðrvísi dansi- og sangkvøldi. Tiltakið eydnaðist [...] sigur Kyndil. Nú verður so aftur møguligt at dansa og syngja aftur við góðum harmonikutónleiki. Við til harmonikudansin leygarkvøldið 25. februar verða: Mogens Bækgaard Norrøna Dansband Kallar Tetra Dan