Mette Frederiksen kemur til Føroya í morgin

Í morgin kemur forkvinnan í danska Socialdemokratínum, Mette Frederiksen, á vitjan í Føroyum. Vertur fyri vitjanina er Javnaðarflokkurin og Aksel V Johannesen, løgmaður.

 

Mette Frederiksen skal fundast við formansskapin, starvsnevnd og leiðandi umboð fyri Javnaðarflokkin, og er ætlanin, at flokkarnir báðir fara at skriva undir eina samstarvsavtalu.

 

Hóskvøldið kl. 21 fer Mette Frederiksen at flyta fram røðu á eykalandsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum, sum verður hildin í Smæruni í Havn.

 

Umframt at Mette Frederiksen eisini skal hitta umboð fyri Samtak og Samstarv, fer hon at kunna seg eitt sindur um føroysk viðurskift, har hon m.a. fer at vitja Sev, iNova, Kósina, Hidden Fjord og Miðnámsskúlan á Kambsdali.

 

Mette Frederiksen fer av aftur landinum fríggjadagin, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.