Tríggir mánaðir til FMA

Stóra tiltakið hjá Kringvarpinum, Miðlahúsinum og Norðurlandahúsinum verður aftur í 2017.

FMA hevur nú nøkur ár á baki. 

 

FMA - sum stendur fyri Faroese Music Awards - er eitt tiltak, sum Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið skipa fyri í felag. 

 

Seinastu árini hevur tiltakið verið hildið í Norðurlandahúsinum, har stóri salurin hevur verið karmur um eina ørgrynnu av virðisløna handanum fyri tónleikaavrik, eins og hópin av bólkum og einstaklingum hava spælt til FMA tiltakið. 

 

11. mars 2017 verður so tiltakið aftur. Hesaferð kunnu vit vænta okkum nakað av tí besta frá føroyska tónleikapallinum í 2016, eins og aftur fleiri virðislønir verða handaðar. 

 

Tiltakið verður, eins og undanfarna ár, verður tiltakið sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, í útvarpinum hjá Kringvarpinum og á Rás2.