Chelsea hevur í dag keypt Kepa Arrizabalaga frá Athletic Bilbao, fyri 592 milliónir krónur. Tað er nýtt heimsmet fyri ein málverja.
Les eisini: Málmanskreppa í Chelsea
23 ára gamli Kepa Arrizabalaga er spanióli og er uppvaksin í Athletic Bilbao. Hann var um ársskiftið settur í samband við Real Madrid, sum í dag hevur kunngjørt, at felagið hevur keypt Thibaut Courtois frá júst Chelsea. Sum ein part av avtaluni, verður Mateo Kovacic útleigaður til Chelsea.
Liverpool setti í farna mánaði met, tá felagið keypti Alisson Becker frá AS Roma fyri áleið 500 milliónir krónur. Nú hevur Chelsea sett nýtt met. Kepa Arrizabalaga og Chelsea hava gjørt ein sjey ára sáttmála.
Flytingarvindeygað í Onglandi letur aftur í morgin.