Átta harmonikulið spæla til dans á Hálsi 

Næsta leygarkvøld, tað er 25. februar, skipar Kyndil fyri stórum harmonikudansi í høllini á Hálsi. 

Kvøldið byrjar klokkan 20, tá ið Tres Amigos fara at spæla undir til felagssang. Heili átta orkestur fara at spæla til stóra dansin.

Skipað varð fyrstu ferð fyri harmonikudansi í høllini á Hálsi í februar í fjør. Kvøldið var ein roynd hjá Kyndli og Harmonikufelag Føroya at skipa fyri einum øðrvísi dansi- og sangkvøldi. Tiltakið eydnaðist sera væl, og fólk sungu og dansaðu í sera góðum lag, sigur Kyndil.

Nú verður so aftur møguligt at dansa og syngja aftur við góðum harmonikutónleiki.

Við til harmonikudansin leygarkvøldið 25. februar verða:

Mogens Bækgaard

Norrøna Dansband

Kallar

Tetra

Dansiorksestrið Flamingo

Spælimenninir

Spælimenn úr Nólsoy

Harmonikumenn úr Klaksvík