Tað er fyritøkan Easy Domes Ltd hjá Kára Thomsen, ið er innstillað til gullheiðursmerki fyri dygdararbeiði á altjóða støði.
Tann 30. september verður Business International Convention for Quality, Innovation and Excelence í Geneve.
Millum fyritøkur úr 117 londum er føroyska fyritøkan Easy Domes boðin við, og í innbjóðingini stendur, at fyritøkan er í uppskoti til gullheiðursmerki fyri dygd.
Easy Domes er kend fyri framleiðslu av húsum, ið eru skjót at savna og seta upp, og hugsað er um snið og orkunýtslu.
Føroyingar flestir kenna ivaleyst sonevndu Túgvurnar, ið Easy Domes hevur sniðgivið og framleitt.
Tað er B.I.D. (Business Initiative Directions), ið árliga metur um og letur heiðursmerki til fyritøkur, ið verða mettar at skara framúr.