Royndur dómari úr Estlandi dømir á Tórsvølli fríggjakvøldið

Talan er um dómari sum hevur 15 ára altjóða royndir

Mynd: UEFA

Fríggjakvøldið klokkan 19.45 verður fótbóltsveitsla á Tórsvølli. Tá verður HM-undankappingardystur millum Føroyar og HM-bronsuvinnararnar í 2022, og HM-silvurvinnararnar í 2018, Kroatia.

 

Tað verður ein altjóða royndan dómara, ið fer at leiða dystin millum Føroyar og Kroatia. 

 

Talan er um 44 ára gamla Kristo Tohver úr Estlandi. Kristo Tohver hevur verið altjóða dómari síðani 2010, og hevur enn fleiri ár á baki sum dómari í bestu estisku fótbóltsdeildini. 

 

Kristo Tohver er eisini aðalskrivari hjá olympisku nevndini hjá Estlandi. So hetta er ein maður við nógvum ymiskum royndum. 

 

FØROYAR - KROATIA

 

Dómari: Kristo Tohver EST

 

Hjálpardómari 1: Silver Kõiv EST

 

Hjálpardómari 2: Sander Saga EST

 

Fjórði dómari: Karl Koppel EST

 

VAR dómari: Fedayi San SUI

 

VAR hjálpardómari: Joonas Jaanovits EST

 

UEFA dómaraeygleiðari : Sascha Amhof SUI

 

UEFA umboð: Paul Tompkins ENG

 

 

 

Mynd: UEFA