Um eitttíðina í nátt var løgreglan eftir einum manni, sum ikki dugdi sær hógv í Havn. Hann fekk eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar fyri tað. Men longu tveir tímar seinni vóru aftur boð eftir løgregluni um sama mann. Nú var aftur galið, hann kláraði framvegis ikki at uppføra seg ordiligt, sigur vaktleiðarin á politistøðini, og tí varð hann tikin við á støðina, har hann hevur sovið í brummuni. Hann var ikki edrúur, sigur vaktleiðarin.
Um áttatíðina í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum bili í Vági, tí illgruni var um, at bilførarin ikki var heilt edrúur. Tá hann blásti í alkoholmetrið, blásti hann yvir tað loyvda og varð tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Í gjár var ein útlendingur skuldsettur fyri at arbeiða ólógliga í Føroyum sum ferðaleiðari. Hesaferð var tað ein sum varð skuldsettur fyri at vera arbeiðsgevari, sum kann geva ta stóru bótina. Í síðsta mánaði fekk ein slíkur arbeiðsgevari 300.000 krónur í bót.
Og so er tað standard revsing eisini at verða vístur av landinum í tvey ár.
Hetta málið er tó ikki avgreitt enn. Tað skal niður til Danmakar í í Udlændingestyrelsen at venda, áðrenn tað verður avgreitt.











