Fiskimálaráðið lýsir nú eftir verkætlanum í sambandi við vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild fyri 2018 sambært kunngerð við stuttari freist til týsdagin hin 10. juli 2018 klokkan 12.
- Somuleiðis verður lýst eftir verkætlanum í sambandi við vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir makreli fyri 2018 sambært kunngerð við freist til fríggjadagin hin 10. august 2018 klokkan 12.
Fiskimálaráðið upplýsir, at samlaða nøgdin, sum søkjast kann um, er ávikavist 3.700 tons av norðhavssild og 1925 tons av makreli.
- Leisturin er hin sami sum undanfarin ár, sigur Fiskimálaráðið, sum leggur aftrat, at kvoturnar, sum eru fyri 2018, kunnu ikki flytast til árið eftir.
Um heimasíðuna hjá Fiskimálaráðnum fáast umsóknarbløð, eins og meira fæst at vita um vinnuigar fiskiveiðiroyndir um www.fisk.fo