Kommunan keypir ein fermetur til veg

Býráðið í Havn samtykti hóskvøldið at keypa ein fermetur av einum grundstykki í Baraldsgøtu í Havn.

 

Talan er um grundstykki, sum fyri kortum er selt, og hús verða bygd á stykkið.

Tað er tað sum býráðið kallar »eina óhepna matrikulering«, sum er orsøkin til, at býráðið vil keypa part av stykkinum.

Sambært skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið sæst, at tey sum eiga stykkið hava váttað, at tey geva loyvi til at gera matrikulbrotytingar soleiðis, at Baraldsgøta fær rætt skap.

Keypsprísurin er 2.000 krónur, sum samsvarar við fermetraprísin, sum eigarin hevur latið fyri stykkið. Harumframt skal kommunan brúka 13.000 krónur til marknaumskipan.

Tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu og býarverkfrøðingurin hava mælt til keypið og marknaumskipanina. Bæði tekniska nevnd og fíggjarnevndini tóku undir við málinum, sum hóskvøldið var einmælt samtykt á býráðsfundi.