14 sølufólk frá DSB Rejsebureau í Danmark eru í hesum døgum í Føroyum fyri at kunna seg um oyggjarnar.
Hetta er gjørt í samband við, at tey eru farin ígongd við at selja Føroyar sum ferðamannaland á danska marknaðinum.
Saman við GreenGate Incoming og Atlantsflog hava tey sett stór sølu- og marknaðarátøk í verk á heimamarknaðinum, fyri at seta Føroyar meira í fokus millum danir.
Ferðin hjá teimum hevur til endamáls at menna vitanina um Føroyar, soleiðis at sølufólkini hjá DSB standa sterkari, tá danir spyrja um ferðir til Føroyar. DSB Rejsebureau hevur tilsamans 15 ferðaskrivstovur í Danmark.
(Myndin er tikin uttanfyri Gjáargarð, har umboðini fyri DSB, GreenGate og Ferðaráð Føroya nýttu eina góða máltíð saman)










