tað er upp til okkum at avgera tíð, stað og framferðarhátt, segði turkiski forsætisráðharrin. ES og Nato hava fordømt sýrisku niðurskjótingina og gjørt greitt, at tey styðja Turkaland í hesum máli.
frá, at tilburðurin verður lagdur fyri samstarvsfelagar Turkalands í Nato. Turkiska stjórnin sigur, at málið verður lagt fyri Nato sambært grein fýra í sáttmálanum, sum sigur, at hvørt einstakt limaland [...] koma til verjusamgonguna við málum, um tað kennir seg hótt. Turkar brúka sostatt ikki grein fimm í Nato-sáttmálanum, sum sigur, at álop á eitt limaland er álop á øll limalondini. Hendan greinin varð brúkt
lagi fýra franskir hermenn eru deyðir og fleiri aðrir særdir í einum álopi har eysturi í Afghanistan. Nato-keldur siga, at álopið var í Kapisa-landspartinum, har Frakland hevur ábyrgdina av trygdini. -Eg kann [...] at taka meginpartin av sínum 3.400 hermonnum úr Afghanistan innan árslok. Tað er tvey ár fyrr, enn Nato ætlar.
Nato bað í dag afghanska fólkið um umbering fyri, at fleiri ósek fólk doyðu í einum loftálopi fyrramorgunin. Talan var um eitt álop við einum ómannaðum flogfari, einari sonevndari dronu (myndin). Generalurin [...] var komin til landspartin Logar at tosa við leiðararnar, og bað hann teir um umbering og segði, at NATO hevur samkenslu við teimum, sum hava mist. Sambært afghonskum embætismonnum doyðu 18 sivilfólk, teirra
DPA veit at siga, at tyrlan varð skotin niður har eysturi í landinum. Í apríl datt ein amerikonsk Nato-tyrla niður í illveðri har suðuri í Afghanistan. Fleiri fólk doyðu.
fyri at hava skotið sivilfólk og fyri at hava hjálpt libyska herinum við loftverjurakettunum ímóti NATO-flogførunum. Teir dømdu hava alla tíðina noktað seg sekar, og sendiharrarnir hjá Ukraina og Hvítarusslandi
rakett, sum er før fyri at sleppa ígjøgnum rakettverjuskjøldurin, sum NATO-toppfundurin í Chicago júst hevur samtykt at fara undir. NATO sigur, at verjuskjøldurin skal forða fyri rakettálopum úr londum sum
Millum 30 og 50 fyrrverandi amerikanskir hermenn ætla sær til Chicago í morgin í sambandi við, at NATO heldur toppfund í býnum. Hermenninir hava fingið heiðursmerki fyri at hava verið hermenn í Irak og [...] einum boðskapi frá hermonnunum. Tí hava teir gjørt av at fara til Chicago at handa embætismonnum hjá NATO heiðursmerkini. Kann tað ikki lata seg gera, umhugsa hermenninir at tveita heiðursmerkini uttan fyri
Trygdartiltøkini í amerikanska býnum Chicago eru sera strong í sambandi við, at toppfundur hjá NATO verður settur í býnum sunnudagin. Talsmaðurin hjá samveldisløgregluni FBI, Ross Rice, sigur við tíði
Tá ríkis- og stjórnarleiðararnir í NATO-londunum hittast til fundar í Chicago í morgin, fara teir millum annað at samtykkja at fara undir tann umstrídda rakettverjuskjøldurin í Evropa. Danski forsætisráðharrin