Russland roynt nýggja rakett

Russar hava í dag roynt eina nýggja langtberandi rakett, sum er før fyri at sleppa ígjøgnum rakettverjuskjøldurin, sum NATO-toppfundurin í Chicago júst hevur samtykt at fara undir.

NATO sigur, at verjuskjøldurin skal forða fyri rakettálopum úr londum sum Iran og Norðurkorea, men Russland ber ótta fyri, at skjøldurin eisini verður vendur ímóti teimum russisku kjarnorkurakettunum.

Ein talsmaður fyri russisku verjuna sigur, at rakettroyndin í dag gekk sum ætlað. Hetta var onnur royndin við hesum rakettunum. Tann fyrra var í september í fjør, men miseydnaðist.