Hermenn lata heiðursmerki aftur

Millum 30 og 50 fyrrverandi amerikanskir hermenn ætla sær til Chicago í morgin í sambandi við, at NATO heldur toppfund í býnum. Hermenninir hava fingið heiðursmerki fyri at hava verið hermenn í Irak og Afghanistan, men nú ætla teir sær til Chicago at lata heriðurmerkini aftur.

-Vit fingu hesi heiðursmerkini fyri at gera tænastu í altjóða krígnum ímóti yvirgangi, men tað var eitt kríggj, sum bygdi á lygnir og skeivan politikk, stendur í einum boðskapi frá hermonnunum. Tí hava teir gjørt av at fara til Chicago at handa embætismonnum hjá NATO heiðursmerkini. Kann tað ikki lata seg gera, umhugsa hermenninir at tveita heiðursmerkini uttan fyri ráðstevnubygningin, júst sum teir gomlu Vietnam-hermenninir gjørdu, tá teir tveittu síni heiðursmerki uttan fyri Kongressina í Washington í 1971.

-Eg kann ikki reinsa mína samvitsku við at lata heiðursmerkið frá mær, men hetta kann vera eitt stig á leiðini til sátt og semju við fólkið í Irak og Afghanistan, sigur fyrrverandi hermaðurin Steven Acheson við sjónvarpið MSNBC.