Tá ríkis- og stjórnarleiðararnir í NATO-londunum hittast til fundar í Chicago í morgin, fara teir millum annað at samtykkja at fara undir tann umstrídda rakettverjuskjøldurin í Evropa. Danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, fer at atkvøða fyri Danmarkar vegna, men tann avgerðin samsvarar ikki við hugsanina hjá tí danska fólkiinum. Tað skrivar Jyllands-Posturin í dag.
Í einari meiningakanning, sum Rambøll/Analyse Danmark hevur gjørt fyri blaðið, siga 48,6 prosent av teimum spurdu, at tey eru ímóti ætlanini um ein rakettverjuskjøldur. 33,3 prosent eru fyri.
Tað kemur ikki óvart á leiðandi danskar politikarar, at danir eru ímóti rakettverjuskjøldrinum. Nick Hækkerup, verjumálaráðharri, sigur við Jyllands-Postin, at sum er er eingin vandi á ferð, og at tí eru so nógv fólk ímóti ætlanini. Framsøgumaðurin hjá Vinstra í verjumálum, Troels Lund Poulsen, er samdur við verjumálaráðharranum.
-Støðan er ikki tann sama nú sum tann 11. september í 2001, og tá kríggið í Irak byrjaði, sigur hann við blaðið.