Nato bað í dag afghanska fólkið um umbering fyri, at fleiri ósek fólk doyðu í einum loftálopi fyrramorgunin. Talan var um eitt álop við einum ómannaðum flogfari, einari sonevndari dronu (myndin).
Generalurin John Allen var komin til landspartin Logar at tosa við leiðararnar, og bað hann teir um umbering og segði, at NATO hevur samkenslu við teimum, sum hava mist.
Sambært afghonskum embætismonnum doyðu 18 sivilfólk, teirra millum kvinnur og børn, í álopinum. Hamid Karzai, forseti hevur funnist hvassliga at álopinum. Hann var á vitjan í Kina, tá hann frætti um álopið, og hann valdi at stytta ferðina og at fara heim.
Tey fyrstu tíðindini søgdu, at tað vóru menn hjá Taliban, sum doyðu í loftálopinum, men seinni gjørdist greitt, at talan var um ósek sivilfólk.