Fýra franskir hermenn falnir

Í minsta lagi fýra franskir hermenn eru deyðir og fleiri aðrir særdir í einum álopi har eysturi í Afghanistan. Nato-keldur siga, at álopið var í Kapisa-landspartinum, har Frakland hevur ábyrgdina av trygdini.

-Eg kann vátta, at franskir hermenn í Kapisa hava verið fyri einari sjálvmorðsatsókn, sigur løgregluovastin í økinum, Abdul Rahman, við AFP.

Taliban hevur longu átikið sær ábyrgdina av atsóknini.

Frakland umhugsar at taka meginpartin av sínum 3.400 hermonnum úr Afghanistan innan árslok. Tað er tvey ár fyrr, enn Nato ætlar.