Leiguhermenn hjá Gaddafi harða revsing

19 ukrainar, tríggir hvítarussar og tveir russar, sum vórðu ákærdir fyri at hava verið leiguhermenn hjá Muammar Gaddafi, hava fingið harða revsing frá einum hernaðardómstóli í libyska høvuðsstaðnum Tripoli.

Annar russarin, sum verður hildin at hava samskipað bólkin, fekk lívlanga fongsulsrevsing. Hinir vórðu dømdir 10 ár í arbeiðslegu. Teir eru millum annað dømdir fyri at hava skotið sivilfólk og fyri at hava hjálpt libyska herinum við loftverjurakettunum ímóti NATO-flogførunum.

Teir dømdu hava alla tíðina noktað seg sekar, og sendiharrarnir hjá Ukraina og Hvítarusslandi, sum vóru komnir í rættin at lurta eftir dóminum, søgdu í dag, at allir fara at skjóta dómin inn fyri ein hægri rætt.