Turkar leggja niðurskjótingina fyri Nato

Tað turkiska stríðsflogfarið, sum sýriska loftverjan skjeyt niður gjáramorgunin, var ikki farið inn í sýriskt loftrúm, men var í altjóða loftrúmi, tá tað bleiv skotið niður. Tað sigur turkiska stjórnin. Turkar siga eisini, at flogfarið var í ferð við at gera nakrar royndir við einari radaraskipan, og at tað tí var óvápnað.

Sýriska stjórnin boðaði samstundis frá, at tilburðurin verður lagdur fyri samstarvsfelagar Turkalands í Nato.

Turkiska stjórnin sigur, at málið verður lagt fyri Nato sambært grein fýra í sáttmálanum, sum sigur, at hvørt einstakt limaland hevur rætt til at koma til verjusamgonguna við málum, um tað kennir seg hótt.

Turkar brúka sostatt ikki grein fimm í Nato-sáttmálanum, sum sigur, at álop á eitt limaland er álop á øll limalondini. Hendan greinin varð brúkt í sambandi við yvirgangsálopið á USA í 2001.

Turkiska sjónvarpið segði fyrrapartin, at vrakið av tí niðurskotna flogfarinum er funnið á 700 favna dýpi innan fyri sýriska sjómarkið, men turkar halda fast um, at flogfarið var ikki í sýriskum øki, tá tað bleiv skotið niður.