Ein amerikonsk tyrla er eftir øllum at døma skotin niður í Afghanistan. Sambært sjónvarpinum CNN vóru tveir menn í tyrluni, og frá einum embætismanni í herinum hevur CNN fingið at vita, at báðir menninir eru deyðir.
Týska tíðindastovan DPA veit at siga, at tyrlan varð skotin niður har eysturi í landinum.
Í apríl datt ein amerikonsk Nato-tyrla niður í illveðri har suðuri í Afghanistan. Fleiri fólk doyðu.