Turkaland fer at svara aftur

Turkiski forsætisráðharrin, Tayyip Erdo­gan, svór í einari røðu í tjóðartinginum í dag, at hann fer at svara øllum sýriskum ágangi við turkiska markið.

Allur vandi við markið, sum hevur tilknýti til Sýrialand, verður mettur sum hóttanir og sum eitt hernaðarligt mál, segði Erdogan í tinginum í Ankara fyrrapartin.

Hann legði afturat, stjórnin fer at vísa tann neyðuga viljan til at taka avgerð, eftir at sýriska loftverjan skjeyt eitt turkiskt Phantom 4-jagaraflogfar niður.

-Turkaland fer at brúka tey rættindi, sum eru staðfest í Fólkarættinum, til at taka tey neyðugu stigini í sambandi við hetta órættvísið, og tað er upp til okkum at avgera tíð, stað og framferðarhátt, segði turkiski forsætisráðharrin.

ES og Nato hava fordømt sýrisku niðurskjótingina og gjørt greitt, at tey styðja Turkaland í hesum máli.