heldur ikki við, at 2003 fer at geva eitt tal hinumegin null á niðastu linju. Tað er serliga gongdin á fastnetinum, sum Bjarna Askham Bjarnason og hini ellivu starvsfólkini hjá Kalli at smírast. Markna [...] tjúgu prosent, og hetta ger, at hesin parturin av virkseminum javnvigar. Men kostnaðurin av íløgum, marknaðarføring og at hála fyritøkuna upp í ferð á marknaðinum ger, at Kall framvegis hevur eitt undirskot [...] Í ár er Kall farið undir at bjóða GSM hald, og stjórin metir, at marknaðarparturin í skrivandi stund liggur um 13-14% av samlaða marknaðinum. ?Nú skulu vit fáa raksturin at bera seg, sigur Bjarni A. Bjarnason
Umstøðurnar at byggja nýggju løgtingshúsini hava ikki verið av teimum bestu. Arbeiðsgongdin hevur verið nógv tarnað, millum annað av at tað hevur verið trupult at sleppa framat byggiplássinum í miðbýnum [...] neyðugt at bíða við at spreingja og bora, til klokkan var farin av fýra, og starvsfólkð á Føroya Tele var farið heim. Hetta er bara nakrir av trupuleikunum, sum stungu seg upp ? tað er ógjørligt at nevna [...] og eingin trupuleiki verður hjá ólavsøkugestum at vitja hølini. Tað eru smáting sum mangla, sigur hon, til dømis WC niðriundir. Súsanna Danielsen væntar, at arbeiðið er heilt liðugt 15. september í ár. Dupult
við upsanum sum frá líður man fara at ganga útyvir ísfiskatrolararnar, sigur hann: - Ja, kemur ikki vend í, er væntandi, at lágu prísirnir fara gera, at tað fer at tátta í hjá trolarunum, sigur hann. [...] lágan prís, og skipini munnu væl halda, at tað loysir seg líka frægt at selja hann beinleiðis til virkini. - Reiðaríini vænta ikki, at munurin við beinleiðis sølu og sølu um uppboðssøluna hevur nakran serligan [...] ásannar, at virkini lata lítlan pris fyri upsan. - Nógvur upsi er at fáa, og marknaðurin er ógvuliga vánaligur. Tí gera virkini næstan sum tey vilja, heldur hann. Spurdur, um hann heldur, at prísgongdin
upp til at leingja gamla sáttmálan, ið heldur ikki var góðkendur av Karsteni Hansen, og tosað var enntá um at senda fólkum rokning. Við hesari hóttan yvir høvdinum, so er tað ikki so løgið, at ein slík [...] er, at hann við hesum gevur øllum øðrum fakfeløgum argumentir í hondina fyri at krevja sama prosentvísa vøkstur sum arbeiðarafeløgini. Hetta er í andsøgn við tað, hann sjálvur áður hevur sagt um, at tað [...] sjálvsagt, at øll fakfeløg fáa sama prosentvísa lønarhækkan. Eftirspurningur, starvstrygd, samfelagsbygnaður og annað eiga sjálvandi at verða faktorar, ið ávirka samráðingarnar. Eisini eigur at verða borið
tryggjar teimum betri eftirløn, men samstundis noyddust teir at góðtaka, at havnirnar fara at nýta ymisk nútímans lossiamboð, sum gera, at tað verður ikki brúk fyri so nógvum lossingarmonnum sum fyrr. [...] úr embætinum. Úr Eystur Timor verður sagt, at heilsan er farin at svíkja hjá tí 54 ára gamla biskuppinum, og vælvitandi keldur í Vatikaninum søgdu í gjár, at pávin hevur longu játtað umbøn hansara. Carlos [...] Gerhard Schrøder, kanslari, at Ísrael fær rakettirnar. Schrøder segði tað vera eina treyt, at rakettirnar bert verða nýttar til verjuendamál. Í Týsklandi verður hildið, at ísraelski herurin hevur bílagt
við, at tað fer at bera til hjá teimum at endurvinna meistaraskapin. Brøndby er á leyvuveiðu, verður sagt í fleiri av donsku fjølmiðlunum. Í hesum liggur sjálvandi, at FCK verður nevnt løverne, og at tað [...] Málskjútti var júst Peter Foldgast. Við at skora annað vikuskiftið upp í slag staðfesti nýggja stjørnuskotið hjá Brøndby, at eingin orsøk er at iðra seg um, at Peter Madsen er seldur til Týskland.Tíggju [...] møguleika at røkka FCK, siga Brøndby spælararnir. Michael Laudrup vil ikki siga so nógv. Hvørki hann ella danska pressan halda, at Brøndby sunnudagin spældi serliga væl. Men avrikið var nóg mikið til at vinna
bygd, og tað millum annað gjørdi sítt til, at hann tók av. Millum annað verður tosað um, at tað skal kunna fara at bera til at avgreiða størsta partin av øllum tryggingarviðurskiftum á deildunum á bygd. [...] herfyri, og nú heldur hon, at tað er tíð upp á, at yngri kreftir traðka til. - Eg verði her í einar fýra mánaðar afturat fyribils, men so fari eg, sigur Katrin. Hon sigur, at serliga edv-skipanin er nógv [...] - Og so sjálvandi eisini tað, at nú liggja vit við vegin, sigur Katrin. Inntil í 1990 lá deildin ovast í bygninginum, og tað hevði við sær, at viðskiftafólk noyddust at ganga 39 trapputrin, áðrenn tey
Soleiðis noyðist Neistin longu nú at siga farvæl við vónina um ein sigur í steypakappingini, og tað er einki at ivast í, at hetta er dyggur smeitur fyri felagið, eftir at teir annars hava verið partur av [...] dystin, og tí átti tað á pappírinum ikki at verið nakar ivi um, hvør vinnarin skuldi verða. Tað var tó rættiliga skjótt, at kollfirðingarnir fingu staðfest, at so væl spældi klaverið nú heldur ikki. Ongan [...] hjálpti. Sjálvsálitið hjá heimaliðnum var nú somikið stórt, at líkamikið hvussu bláu menninir royndu at gera, so gjørdist kortini einki, og tó at Neistin seinastu fimm minuttirnar fekk pyntað nakað um, so vikaði
potturin var brotnaður. ? Eg haldi, at teimum dámar væl at sláa pott. Tað gera vit, tí tað var gamalt, heldur enn at sláa tunnur, greiðir Anni frá og leggur afturat, at tunnusláttur verður fyriskipaður so [...] eru komnar frá JF Kjølbro Heilsølu. Tey hava nú í nøkur ár latið barnagørðum tunnur at mála. Tær skula nýtast til at stilla út. Nógvir ymiskir og sterkir litir eru í skálunum, og børnini sita íðin í svørtum [...] niður á seg og onkuntíð kann onkur armur vera fyri, so at málingin endar á eini ermu í staðin fyri á tunnuni. Men tað ger onki, tí málingin fæst av við at vaska hana. Veðrið er gott henda dagin, ikki so kalt
kapping at finna besta handritið til ein útvarpsleik. Í ár verður aftur ein kapping á skránni á Listastevnuni, og hesaferð er tað so ein kapping um at skriva yrkingar. Somuleiðis er longu nú avgjørt, at í 2004 [...] men tað stendur øðrum frítt at geva hesar út. 150.000 Longu nú er eisini avgjørt, at ein kapping verður fyriskipað til Listastevnuna 2004. Tað er heldur ikki so undarligt, at kappingin verður almannakunngjørd [...] Oddvá Nattestad sigur, at Listastevnan letur eina stóra virðisløn av teirra játtaðu pengum, men fer ikki at geva skaldsøguna út. Hinvegin hevur Listastevnan als einki ímóti, at onkur annar gevur vinnandi