Hvussu man enn pakkar tað inn í kreativari prosentrokning, so verður vøksturin hjá Maskinmeistarnum næstu tvey árini tað sama, ið sáttmálin, ið var undirskrivaður herfyri, men sum Karsten Hansen ikki vildi góðkenna. Hækkaninar av lønini verða akkurát somu tíð, sum ásett var í vrakaða sáttmálanum, so at árinið á inflatiónina, ið helst er tað, ið Karsten Hansen er eymur um, verður akkurát tað sama komandi tvey árini. Tað nýggja í semjuni, ið var gjørd er, at Maskinmeistarnir hjá SEV hava gingið við til tað, ið reint faktisk er ein lønarsteðgur í 4 mánaðar um tvey ár. Hetta er fyri at, Karsten kundi fáa sín prosentvísa meðalvøkstur. Við tíðarvirðinum á pengum í huga, so hava Maskinmeistarnir, hóast hetta, trekt longra stráið, tí teir fáa eina stóra hækkan nú, og eina afturat um eitt knapt ár.
Maskimeistarafelagið skal hava rós fyri, at hava víst so góðan vilja við ikki bert einum, men tveimum neyðsemjuuppskotum. Teir hava helst hugsað praktiskt og hugt at alternativinum, ið var alt annað enn pent. Karsten Hansen megnaði ikki at loysa trupulleikan, hann sjálvur hevði skapt, og tí mátti Tingið kallast saman. Tað, ið man ikki hevði politiskt høvd til at loysa, mátti nú loysast við politiskum musklum. Lagt var upp til at leingja gamla sáttmálan, ið heldur ikki var góðkendur av Karsteni Hansen, og tosað var enntá um at senda fólkum rokning. Við hesari hóttan yvir høvdinum, so er tað ikki so løgið, at ein slík neyðsemja var gjørd, og eigur Maskinmeistarfelagið rós uppiborið fyri hesa loysn, og at teir hava funnið seg í alt annað enn góðu viðferðini frá landsins myndugleikum, hóast trupulliekin lá aðrasteðs.
Tað mest margháttliga við støðuni, har Karsten Hansen tvíheldur um sama miðalprosentvøkstur yvir eitt tíðarskeið fyri maskinmeistarnar hjá SEV, sum fyri arbeiðarfeløgini er, at hann við hesum gevur øllum øðrum fakfeløgum argumentir í hondina fyri at krevja sama prosentvísa vøkstur sum arbeiðarafeløgini. Hetta er í andsøgn við tað, hann sjálvur áður hevur sagt um, at tað ikki er sjálvsagt, at øll fakfeløg fáa sama prosentvísa lønarhækkan. Eftirspurningur, starvstrygd, samfelagsbygnaður og annað eiga sjálvandi at verða faktorar, ið ávirka samráðingarnar. Eisini eigur at verða borið so í bandi, at gjógvin millum láglønt og hálønt ikki verðru ov stór. Tó má man ikki verða so dogmatiskur, at variatiónir ikki kunnu verða millum ymsar sáttmálar, tí tað vilja altíð verða ymisk viðurskifti ymisk ár fyri ymisk fakfeløg.
Okkum tørvar eitt generelt kjak um hvørjir faktorar spæla inn í lønarspurningar og hvat fyri samfelag, man ynskir. Eitt slíkt kjak krevur eitt opið sinn hjá øllum pørtum og eina politiska leiðslu, ið hevur hugflog og innlit í slík ting. Kanska hetta verður møguligt eftir næsta val.