Tinghúsið ikki liðugt til ólavsøku

Upprunaliga var ætlanin, at nýggja løgtingshúsið skuldi standa klárt til ólavsøku í fjør, men arbeiðið hevur verið nógv seinkað, og tað verður heldur ikki heilt liðugt til setanina í ár. Av ymiskum orsøkum eru umvælingarnar vorðnar tvífalt so kostnaðarmiklar sum ætlað

Umstøðurnar at byggja nýggju løgtingshúsini hava ikki verið av teimum bestu. Arbeiðsgongdin hevur verið nógv tarnað, millum annað av at tað hevur verið trupult at sleppa framat byggiplássinum í miðbýnum í Havn.
Upprunaliga var ætlanin, at nýumvældu hølini hjá landsins kosnu myndugleikum skuldu standa klár til Ólavsøku í fjør, men enn restaði nógv í, og heldur ikki í ár verða húsini klárt til setanina á ólavsøku.
Arbeiði er tó væl fráliðið, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni, og eingin trupuleiki verður hjá ólavsøkugestum at vitja hølini. Tað eru smáting sum mangla, sigur hon, til dømis WC niðriundir. Súsanna Danielsen væntar, at arbeiðið er heilt liðugt 15. september í ár.

Dupult so dýrt
Arkitekturin aftanfyri verkætlanina, Heidi Poulsen, dylir ikki fyri, at arbeiðið er vorðið munandi dýrari vegna trupuleikarnar, men vil ikki siga nakað um upphæddina.
- Tað vil eg helst ikki úttala meg um, so kemur politikkur upp í, sigur hon. Edmund Joensen løgtingsformaður veit ikki at siga, hvat upphæddin er komin upp á og vísir til Súsonnu Danielsen. Heldur ikki hon kann siga nakað um hvussu nógv tann longda tíðarætlanin hevur kostað, men samlaða upphæddin av umvælingunum er 47 milliónir móti umleið 20 milliónum, sum fyrst varð roknað við.
Súsanna Danielsen leggur tó dent á, at ikki alt varð íroknað í kostanðin av fyrstan tíð, millum annað innbúgv og flyting av Føroya Tele.
Nógvir ymiskir trupuleikar hava verið í við arbeiðinum á Tinghúsvegnum, og umstøðurnar førdu beinanvegin við sær, at arbeiðið varð seinkað tveir til tríggjar mánaðir.

Trupleikar arbeiðsgongdini
Ein av teimum fyrstu trupuleikunum við umvælingini av gomlu tinghúsunum og Telefonverkinum var, at býráðið sýtti fyri at stongja Tinghúsivegin fyri ferðslu. Millum annað av tí, at Tryggingin um sama mundi umvældið sín bygning á Kongabrúnni, og ferðslan í miðbýnum varð nógv órógvað. Handlarnir í miðbýnum vóru í øðini tí viðskiftafólk teirra sluppu ikki til miðbýnum við bili, og at stongja Tinghúsvegin eisini kundi ikki koma uppá tal. Tískil varð byggiplássið lagt millum Føroya Sparikassa og Telefonverkið, og fyri at Havnará ikki ótilskilað skuldi lata upp aftur, var nógv roks við kanningum, planlegging og byggiloyvi, og tað hevur verið ringt at sleppa framat við stórum, tungum bilum.
Haraftrat varð Føroya Tele, ið enn heldur til í hølunum á Tinghúsvegnum, sera órógvað av ganginum, tá umvælingin fór í gongd. Tólini, sum Føroya Tele brúkar, vórðu nógv órógvaði av byggiarbeiðinum, og tí var av fyrstan tíð altíð neyðugt at bíða við at spreingja og bora, til klokkan var farin av fýra, og starvsfólkð á Føroya Tele var farið heim. Hetta er bara nakrir av trupuleikunum, sum stungu seg upp ? tað er ógjørligt at nevna teir allar ? tað hevur verið ein sera trupul mannagongd, sigur Heidi Poulsen um, hví verkætlanin er seinkað meir enn eitt ár.