? Vit mála tunnur, sigur ein drongur í somu løtu, vit koma inn um portrið.
Fimm tunnur standa uttanfyri lítla, gamla skótahúsið úti í Grøv. Tunnurnar eru komnar frá JF Kjølbro Heilsølu. Tey hava nú í nøkur ár latið barnagørðum tunnur at mála. Tær skula nýtast til at stilla út.
Nógvir ymiskir og sterkir litir eru í skálunum, og børnini sita íðin í svørtum plastiksekkum og mála. Men ikki bara tunnurnar verða málaðar, til tíðir sletta tey niður á seg og onkuntíð kann onkur armur vera fyri, so at málingin endar á eini ermu í staðin fyri á tunnuni. Men tað ger onki, tí málingin fæst av við at vaska hana. Veðrið er gott henda dagin, ikki so kalt ? fitt av vindi kortini. Men tað letur ikki til at gera nakað fyri børnini, sum sita so hugagóð og mála.
? Genturnar fara at mála eina kettu, greiðir ein smágenta frá, meðan hon tekur ein pensil í hondina.
Í Útistovu eru tey so smátt byrjað at fyrireika seg til føstulávint. Tann eina dagin høvdu tey málað seg sjálvi. Har vóru kettusnýð, hundasnýð og mong onnur. Flestu børnini vóru ikki til at kenna aftur. Tey 14 børnini gleða seg avbera nógv.
Tey sláa vanliga pott í Útistovu. Tey plaga at sláa ein beint uttanfyri og ein niðri í gamla svimjihylinum. Í fjør hevði leiðarin, Anni Joensen, lagt eitt skattakort inn í pottin í staðin fyri bomm, og so fóru tey øll á skattajakt, tá potturin var brotnaður.
? Eg haldi, at teimum dámar væl at sláa pott. Tað gera vit, tí tað var gamalt, heldur enn at sláa tunnur, greiðir Anni frá og leggur afturat, at tunnusláttur verður fyriskipaður so nógva staðni til føstulávint, so børnini fáa fleiri ferðir høvi til tað, hóast tey ikki gera tað í barnagarðinum.
Hetta at tey hava fingið tunnur til vega er ein liður í arbeiðsháttinum í útibarnagarðinum.
? Tað eitur "den integrerede baggrund", greiðir Anni frá. Tað merkir, at samstarvið millum heim og stovn er sera tætt. Tað royna tey við millum annað at biðja børnini um at hava ymiskt við heimanífrá, um tað manglar á stovninum.
? Um okkum til dømis mangla seym ella hamara, so spyrja vit børnini, um tey kunnu læna heimanífrá og hava við næstu ferð, sigur Anni, sum letur væl at hesum arbeiðsháttinum. Børnini eru errin, tí tey sleppa at taka eitt hvørt við frá heiminum.
Eisini hava tey verið og vitjað fleiri av arbeiðsplássunum hjá øðrum av foreldrunum hjá børnunum. Hetta er eisini nakað, sum børnini halda er sera stuttligt. Til dømis hava tey verið á einum bakaríi og á einum alibrúki.
Men fyri durum stendur nú føstulávint, og tá vit fara avstað aftur, sita børnini enn í sama lag so hugagóð og mála úti í vindinum.