Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin standa á gáttini til at røkka FINAL FOUR í Champions League, sum verður leikt í Lanxess Arena í Køln, vikuskiftið 13. og 14. juni.
Í fyrru fjórðingsfinaluni móti Veszprem, ið var leikt á útivølli í Ungarn tapti Füchse Berlin bert við einum máli. Dysturin endaði við 35-34 sigri til Veszprem. Í steðginum var tað tó Füchse Berlin, ið var á odda 20-17.
Hákun var effektivur. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar tríggjar í netið.
Komandi mikukvøld klokkan 17.45 spæla Füchse Berlin og Veszprem seinnu fjórðingsfinaluna í Max Schmelling høllini, har Füchse Berlin hevur favorittleiklutin.











