FJARSKIFTI
Hjá Kall hava tey ikki so góðan hug at gera viðmerkingar til framtíðina hjá kappingarneytanum Føroya Tele.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur sett ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu virksemið hjá Føroya Tele skal skipast í framtíðini við atliti at einari einskiljing.
Men hetta er ikki eitt evni, ið fær Bjarna Askham Bjarnason, stjóra fyri Kall, at loypa fram við viðmerkingum.
?Privatiseringin av Føroya Tele hevur týdning fyri Føroya Tele. Fyri okkum kann tað gera tað sama, hvør eigur ein kappingarneyta, sigur ein bersøgin Bjarni Askham Bjarnason.
Vit fangaðu hann á veg niðan á Brúnaskarð, har hann eisini má taka eina hond í, tá ein nýggj GSM basisstøð skal setast upp.
Sum er røkkur GSM kervið hjá Kall høvuðsstaðin og Skálafjørðin. Restina av landinum reikar Kall hjá Føroya Tele. Kall arbeiðir við at røkka størri part av landinum við teirra egna kervi.
Men spurningin um, hvørt Føroya Tele í framtíðini eigur at verða skilt í ein kervis part og ein virkis part, vil Bjarni A. Bjarnason ikki gera nakra viðmerking til.
?Eg havi mína meining um hatta, men hana fari eg ikki út í fjølmiðlarnar við, sigur Bjarni A. Bjarnason.
Væl nøgdur
Stjórin fyri Kall letur væl at gongdini hjá fyritøkuni fyri farna árið. Ársúrslitið vísti eitt undirskot áljóðandi 7,5 mió. kr.
Men hetta er Bjarni Askham Bjarnason, stjóri, væl nøgdur við.
?Vit eru stak væl nøgdir við árið í fjør. Vit hava fingið ein størri marknaðarpart, enn vit høvdu roknað við, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
Kall hevði ikki roknað við einum yvirskoti í fjør, og roknað verður heldur ikki við, at 2003 fer at geva eitt tal hinumegin null á niðastu linju.
Tað er serliga gongdin á fastnetinum, sum Bjarna Askham Bjarnason og hini ellivu starvsfólkini hjá Kalli at smírast. Marknaðarparturin liggur omanfyri tjúgu prosent, og hetta ger, at hesin parturin av virkseminum javnvigar.
Men kostnaðurin av íløgum, marknaðarføring og at hála fyritøkuna upp í ferð á marknaðinum ger, at Kall framvegis hevur eitt undirskot.
Samlaða undirskotið hjá Kalli frá virksemið byrjaði í 2000 hevur verið 19,2 milliónir.
Góðar 35 milliónir vórðu settar í av fyrstan tíð, og eginpeningurin hjá felagnum liggur um sekstan milliónir, soleiðis at Kall er væl fyri, metir Bjarni A. Bjarnason.
Í 2002 fór Kall undir GSM virksemi við prepaid Frælsi í dós. Í tíðindaskrivi skrivar Kall, at teirra marknaðarpartur her liggur um tíggju prosent.
Í ár er Kall farið undir at bjóða GSM hald, og stjórin metir, at marknaðarparturin í skrivandi stund liggur um 13-14% av samlaða marknaðinum.
?Nú skulu vit fáa raksturin at bera seg, sigur Bjarni A. Bjarnason, tá spurt verður eftir, hvørjar ætlanirnar eru fyri hetta árið.
Kall fer framhaldandi í ár at satsa upp á GSM og fastnet. Produktir sum eitt ADSL liggja eitt sindur longri burturi, metir stjórin.
Størsti partaeigarin í Kalli er Framtaksgrunnur Føroya.










