Tað haltar illa hjá KÍ í Litava

Hvørki Jákup B. Andreasen ella Árni Frederiksberg eru millum teir fyrstu ellivu í dag

Nú klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Jonava City Stadium í Jonava í Litava. Tá ið Kauno Žalgiris var í Klaksvík, endaði tað við málleysum javnleiki, og í dag verður tað avgjørt, um tað verður Kauno Žalgiris ella tað verður KÍ, sum longu nú fer at tryggja sær pláss í europeiskum bólkaspæli.

 

Samantaldi vinnarin fer at halda fram í meistarakappingini í eitt umfar aftrat, meðan taparin fær nýggjan møguleika í UEFA Europa League, har mótstøðuliðið verður stinnari, enn tað er í dag.

 

Tað er synd at siga, at KÍ er í bestu útgávu í Jonava, har líkindini at spæla eru góð. Vøllurin er góður, og tað eru 21 hitastig.

 

Odmar Færø er ikki við í Litava. Skaðin í andlitinum er orsøk til, at tað ikki ber honum til at flúgva. Hann hevur fingið viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og kom aftur til Føroya nú undan ólavsøku við Norrønu.

 

Jákup B. Andreasen og Árni Frederiksberg eru við í Litava, men teir eru ikki millum teir fyrstu ellivu. Jákup er ikki á listanum í dag, og Árni Frederiksberg er á beinkinum. René Shaki Joensen, sum ikki hevur spælt í ár, er á beinkinum í dag.

 

Fyri fyrstu ferð yvirhøvur er Mansour Sinyan millum teir fyrstu ellivu. Hann er saman við Halli Hansson sentralur miðvallari.

 

Kauno Žalgiris – KÍ: David Šmajc úr Slovenia kl. 17.00

 

KÍ liðið er soleiðis mannað: Mark F. Jensen – Gilli Rólantsson Sørensen, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea – Jóannes Kalsø Danielsen, Mansour Sinyan, Hallur Hansson, Jean Carlos – Filip Brattbakk, Páll Andrasson Klettskarð, Oussama Ali

 

Á beinkinum: Nicolai Christensen, Daniel Johansen, Árni Frederiksberg, Jonn Johannesen, René Shaki Joensen, Erlend Hustad, Martin Gonzalez, Hampus Näsström, Dávid Reynheim, Símun Kalsø