Coca-Cola kappingin, menn
- Og so fegnist eg eisini um, at vit hava eitt triðjudeildarlið við fleiri evnaríkum leikarum.
Nakað soleiðis segði KÍF venjarin, Kári Durhuus fyrr í heyst, tá vit tosaðu við hann um besta mansliðið hjá KÍF.
Og at nakað er um hetta, varð so dyggiliga staðfest í Hoyvíkarhøllini týskvøldið. Beint móti øllum forsøgnum, vónum og ætlanum, so eydnaðist tað nevnliga triðju deildar liðnum hjá KÍF at vinna ein greiðan sigur á besta neistaliðnum, sum annars er partur av tætta oddastríðnum í bestu deildini.
Einki roks
Og talan var eisini um ein greiðan sigur. Neistin hevði annars allar tær vanligu kanónirnar við til dystin, og tí átti tað á pappírinum ikki at verið nakar ivi um, hvør vinnarin skuldi verða.
Tað var tó rættiliga skjótt, at kollfirðingarnir fingu staðfest, at so væl spældi klaverið nú heldur ikki. Ongan tíð lótu teir Neistan sleppa at renna frá sær, og móti endanum av fyrra hálvleiki fingu teir eisini strítt seg framum.
Og har blivu teir so eisini verðandi. Neistin royndi í sínum lag at svara aftur, men tað eydnaðist alla tíðina kollfirðingunum at halda muninum, og um miðjan hálvleikin skrædnaði so. Í eini seinastu roynd at venda gongdini royndi Neistin seg við einum time-out, men hdlru ikki hetta hjálpti. Sjálvsálitið hjá heimaliðnum var nú somikið stórt, at líkamikið hvussu bláu menninir royndu at gera, so gjørdist kortini einki, og tó at Neistin seinastu fimm minuttirnar fekk pyntað nakað um, so vikaði hetta ikki trygga sigurin hjá kollfirðingum.
Soleiðis noyðist Neistin longu nú at siga farvæl við vónina um ein sigur í steypakappingini, og tað er einki at ivast í, at hetta er dyggur smeitur fyri felagið, eftir at teir annars hava verið partur av tveimum av teimum trimum seinastu finaludystunum.
Kollfirðingar kunnu hinvegin erpa seg sum rættir giant-killers. Helst eru tað ikki mong, sum geva teimum nakran sum helst møguleika at vinna seg fram í finaluna, men tað hóvar teimum helst heilt væl. Tað vóru nú heldur ikki so nógv, sum roknaðu við teimum týsdagin.
Og so kunnu tey í Neistanum helst reypa um at eiga besta liðið í Havnini. Havnin telir eisini Kollafjørð, og betri enn teir næstbestu har vóru neistamennninir so ikki.
Dysturin í tølum
KÍF III-Neistin 39-32 (18-15)
Málskjúttar:
KÍF: Jákup Dam 10(3), Suni Davidsen 6, Jón Sigurð Gleðisheygg 6, Teitur Joensen 5, Frírik Joensen 5, Gert Hansen 3, Jens Marni Hansen 3, Jens K. Magnussen 1
Neistin: John Petersen 9(2), Morgan Knezevic 8, Ragnar Stakksund 6, Helgi Justinussen 6(2), Dann Thorleifsson 2, Kári Mortensen 1
Brotskøst: KÍF 3, Neistin 5
Útvísingar: KÍF 5
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Hallur Danielsen.