Klaksvík:
Borðreitt varð við pinnamati, kaffi, hvíttvíni og øðrum góðum til móttøkuna, sum varð hildin mánadagin frá klokkan trý til fimm.
Fráfarandi deildarleiðarin, Katrin Sólstein, hevur starvast á deildini í 19 ár. Fleiri røður vórðu hildnar á móttøkuni. Millum onnur helt eitt av starvsfólkunum røðu fyri Katrini, har ein yrking varð lisin upp. Tað var sera rørandi, og ikki var frítt, at okkurt tárið fall. Tey vóru ovfarin um, at so nógv fólk løgdu sær leiðina framvið hendan dagin. Tað sást best á hjartaligu móttøkuni, sum allir gestirnir fingu, tá tey komu á gátt.
Katrin fylti 65 herfyri, og nú heldur hon, at tað er tíð upp á, at yngri kreftir traðka til.
- Eg verði her í einar fýra mánaðar afturat fyribils, men so fari eg, sigur Katrin.
Hon sigur, at serliga edv-skipanin er nógv broytt, síðani hon kom á deildina í 1983.
- Tá eg kom her, høvdu vit onki faks, eina telefon og ein skerm, har vit kundu avgreiða bilarnar. Restin bleiv alt sent til Havnar, sigur hon og smílist.
Deildin í Klaksvík er vaksin spakuliga upp gjøgnum árini. Tá Katrin byrjaði, vóru tey einans tvey starvsfólk. Í dag eru tey væl fleiri enn tað.
Tað koma eisini fleiri fólk á gátt í dag enn fyrr. Tað kemur fyrst og fremst av pakkatryggingini, halda tey bæði, Katrin og Kaj.
- Og so sjálvandi eisini tað, at nú liggja vit við vegin, sigur Katrin. Inntil í 1990 lá deildin ovast í bygninginum, og tað hevði við sær, at viðskiftafólk noyddust at ganga 39 trapputrin, áðrenn tey komu til deildina. Tað halda tey eisini hevur gjørt stóran mun, tí deildin av tí sama er vorðin nógv sjónligari.
Nærri kundunum
Nýggi deildarleiðarin, Kaj Dam, byrjaði sum bygningssýnsmaður á deildini í Klaksvík í 2000, og nú er hann so deildarleiðari.
Hann sigur, at hann bleiv spurdur, um hann var áhugaður í starvinum í vár. Og hann vil ikki koma nærri inn á nakað, men hann sigur tó, at ætlanir liggja á borðinum fyri at menna deildinar á bygd, og tað millum annað gjørdi sítt til, at hann tók av. Millum annað verður tosað um, at tað skal kunna fara at bera til at avgreiða størsta partin av øllum tryggingarviðurskiftum á deildunum á bygd. Sum er, verður ein partur av tryggingunum avgreiddur í Havn.
- Tað ræður um at koma so nær kundanum sum gjørligt, heldur Kaj.
Hann sær hetta starvið sum eina stóra avbjóðing, og hann gleðir seg til at koma í gongd.
- Eg eri greiður yvir, at tað verður sera nógv ymiskt at seta seg inní, men mær dámar avbjóðingar, sigur nýggi deildarleiðarin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Klaksvík.
Mynd: Arnhold Olsen