ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Í Brøndby er lagið avbera gott. Gula og bláa meistaraliðið hevur fingið fult í tveimum teimum fyrstu umførunum eftir vetrarsteðgin. Og tá ið oddaliðið FCK bara hevur fingið eitt av seks møguligum stigum, siga teir í Brøndby seg rokna fult og heilt við, at tað fer at bera til hjá teimum at endurvinna meistaraskapin.
Brøndby er á leyvuveiðu, verður sagt í fleiri av donsku fjølmiðlunum. Í hesum liggur sjálvandi, at FCK verður nevnt løverne, og at tað er FCK, sum Brøndby skal rækka fyri at endurvinna DM.
Í vikuskiftinum fer Danmark at spæla EM undankappingardyst í Rumenia. Talan er um bæði spennandi dyst og lyklauppgerð. Morten Olsen hitti landsliðsspælararnar í Vedbæk í gjár, og sjálvandi er áhugin stórur fyri landsliðnum, soleiðis sum hann altíð er tað í Danmark.
Tað hevur leingi verið tosað um uppgerðina ímillum FCK og Brøndby, sum verður í Parkini annan sunnudag. Og eftir at úrslitini hava lagað seg soleiðis, sum tey hava tvær tær seinastu vikurnar, er tað ikki frítt, at tað longu nú verður tosað eins nógv um hesa uppgerðina í Parkini, sum tað verður tosað um landsliðið.
? Vit hava møguleika at røkka FCK, siga Brøndby spælararnir. Michael Laudrup vil ikki siga so nógv. Hvørki hann ella danska pressan halda, at Brøndby sunnudagin spældi serliga væl. Men avrikið var nóg mikið til at vinna 2?0 á Silkeborg, og tað frøddist nógv størsti parturin av teimum 12.759 áskoðarunum um.
? Síðsta heyst vunnu vit ikki, hóast vit spældu væl. Nú vinna vit, sjálvt um spælið kundi havt verið betri, og tað mugu vit gleðast um, sigur Michael Laudrup.
Ímóti Silkeborg hevði venjarin valt at hava Jón Róa Jacobsen á beinkinum. Tá ið sigurin var vísur og áskoðararnir sigrssælir sungu og heiðraðu sínum spælarum sendi Michael Laudrup Jón Róa á vøllin. Tá restaðu tað bara tveir minuttir. Jón Rói kom á vøllin í staðin fyri álopsspælaran Peter Foldgast, sum donsku fjølmiðlarnir vilja vera við var ein av bestu spælarunum á vøllinum.
Brøndby setti hol á, tá ið tað restaðu sjey minuttir av fyrra umfairnum. Málskjútti var júst Peter Foldgast. Við at skora annað vikuskiftið upp í slag staðfesti nýggja stjørnuskotið hjá Brøndby, at eingin orsøk er at iðra seg um, at Peter Madsen er seldur til Týskland.Tíggju minuttir eftir steðgin økti heimaliðið til 2?0. Málskjútti var Kasper Dalgas. Málið var frágera hegnisliga skotið. Málskjúttin fegnaðist, tað gjørdu áskoðararnir eisini, og tað var týðuligt, at venjarin var ovrfegin. Kasper Dalgas hevur ikki verið so eyðsýndur, sum tað kundi roknast við. Ivaleyst vóna teir í Brøndby, at sjálvsálitið nú verður, sum tað skal vera. Í 1. hálvleiki lobbaði Kasper Dalgas hegnisliga upp um Silkeborg málverjan, men bólturin brast í tvørtræið.