Løna skaldargávum

Í sambandi Listastevnuna í ár verður skipað fyri yrkingakapping, har tíggju yrkingar skulu veljast út. Samstundis verður sett hol á eina skaldsøgu kapping til Listastevnuna í 2004

LISTASTEVNAN

Fyrst var tað ein stuttsøgukapping í 2001. Í sambandi við Listastevnuna 2002 varð skipað fyri kapping at finna besta handritið til ein útvarpsleik. Í ár verður aftur ein kapping á skránni á Listastevnuni, og hesaferð er tað so ein kapping um at skriva yrkingar. Somuleiðis er longu nú avgjørt, at í 2004 skal kappast um at skriva bestu skaldsøguna.
Sum heild verður nógv við bókmentir á skránni á Listastevnuni í ár, greiðir Oddvá Nattestad, samskipari fyri Listastevnuna, frá.
Fay Weldon leggur leiðina til Føroya á Listastevnu og onnur tiltøk verða eisini á skránni við tilknýti til bókmentaheimin.

10 tær bestu
Listastevnan 2003 verður hildin í døgunum 7. til 17. august.
Innan 1. mai skulu luttakandi yrkingar verða sendar Listastevnuni. Yrkingarnar skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður fyri at vera við, men hetta er so eisini einasta treytin. Onkrar treytir eru um, at tekstirnir skulu latast inn í tveimum útgávum, men hesar eru ikki stórvegis krevjandi.
Kappingin virkar á tann hátt, at tíggju tær bestu yrkingar verða valdar út millum tær innsendu. Hesar verða allar løntar við 5.000 kr.
Gjørt verður ikki upp, hvør verður nummar eitt, tvey osfr.
Umframt virðislønirnar verða hesar yrkingarnar eisini lisnar í Útvarpi Føroya, í táttinum Listastevnuyrkingin 2003 ? ein yrking um dagin, meðan Listastevnan er.
Til at finna tíggju tær bestu hevur Listastevnan funnið eina dómsnevnd. Í dómsnevndini sita Høgni Djurhuus,tíðindamaður, Bergljót av Skarði, studentaskúlalærari, og Kim Simonsen, bókmentafrøðingur.
Yrkingarnar verða ikki givnar út av Listastevnuni, men tað stendur øðrum frítt at geva hesar út.

150.000
Longu nú er eisini avgjørt, at ein kapping verður fyriskipað til Listastevnuna 2004. Tað er heldur ikki so undarligt, at kappingin verður almannakunngjørd so langt frammanundan, tá kappingin snýr seg um at skriva bestu skaldsøguni.
Freistin at lata handrit inn er 1. mai 2004. Besta skaldsøgan fær 150.000 kr. í virðisløn. Eingin virðisløn er til nakra av hinum.
Dómsnevndin, mannað við Turið Kjølbro, ritstjóra, Bergi Hansen, Ph.D., og Katrini Næs, stundaskúlalærara, skal velja bestu skaldsøguna, men nevndin hevur eisini tilskilað sær rættin onga virðisløn at lata, um einki handrit livir upp til krøvini frá teimum.
Handritini skulu verða í minsta lagi 75 A-4 síður til støddar, tey skulu vera skrivað soleiðis, at frástøðan ímillum reglurnar er 1.5, og tey skulu latast Listastevnu Føroya í einari pappírsútgávu og einari teldutøkari útgávu.
Talan kann eins væl vera um eina ungdómsskaldsøgu ella skaldsøgu fyri børn sum nakað annað. Einasta treytin er síðutali.
Oddvá Nattestad sigur, at Listastevnan letur eina stóra virðisløn av teirra játtaðu pengum, men fer ikki at geva skaldsøguna út. Hinvegin hevur Listastevnan als einki ímóti, at onkur annar gevur vinnandi skaldsøguna ella aðrar í kappingini út.

Listastevnan skipar fyri kapping í yrkingaskriving í ár, og komandi ár verður kappast um at skriva bestu skaldsøguna.