Fiskivinna
Týsmorgunin kom línuskipið, Morgunstjørnan, undan Íslandi við 150.000 pundum av toski, hýsu, brosmu og longu. Fiskurin varð lagdur uppá Toftum, og uppboðssølan seldi lastina fyri ein miðalprís sum var 9,60 fyri kilo.
Oskar Joensen, sum starvast á Fiskamarknaðinum, sigur, at miðalprísurin hjá línuskipunum undan Íslandi hevur ligið báðumegin 10 kr. fyri kilo í seinastuni.
- Ein fittur partur av veiðini hjá Morgunstjørnuni var brosma, og hon hevur ikki so góðan prís. Hevði meira verið av toski, hevði miðalprísurin eisini verið nakað hægri.
Stille og roligt
Oskar væntar ikki, at henda vikan verður so rokaslig á Fiskamarknaðinum, tí streymurin hevur verið harður og línuskipini, sum royna undir Føroyum, eru nýliga farin útaftur. Haraftrat kemur, at trolbátarnir, sum hava roynt á landleiðini, nú eru givnir, tí loyvið gekk út, 1. september. Nakrir landaðu í síðstu viku og gjørdu síðan ein stuttan túr aftrat.
Meginparturin av veiðini hjá trolbátunum á landleiðini hevur verið flatfiskur ? og eisini hann hevur fingið ein lægri prís í summar.
- Eg havi skilt, at fiskiskapurin hjá trolbátunum hevur verið á leið tann sami sum seinasta summar, tó kanska heldur slakari hjá onkrum báti, sigur Oskar.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onkur landing kanska verður aftur seinni í hesi vikuni.
Keypa beinleiðis
Oskar sigur, at uppboðssølan selir næstan ongan upsa í løtuni. Upsin verður í stóran mun seldur beinleiðis til virkini.
Spurdur, hví so er, sigur hann, at upsin sum heild hevur sera lágan
prís, og skipini munnu væl halda, at tað loysir seg líka frægt at selja hann beinleiðis til virkini.
- Reiðaríini vænta ikki, at munurin við beinleiðis sølu og sølu um uppboðssøluna hevur nakran serligan týdning fyri prísin, tey fáa í løtuni.
Oskar ásannar, at virkini lata lítlan pris fyri upsan.
- Nógvur upsi er at fáa, og marknaðurin er ógvuliga vánaligur. Tí gera virkini næstan sum tey vilja, heldur hann.
Spurdur, um hann heldur, at prísgongdin við upsanum sum frá líður man fara at ganga útyvir ísfiskatrolararnar, sigur hann:
- Ja, kemur ikki vend í, er væntandi, at lágu prísirnir fara gera, at tað fer at tátta í hjá trolarunum, sigur hann.
Onkuntíð lægri
Vit fegnaðust eisini, um fiskaprísirnir í Føroyum nakrantíð hava verið lægri enn í dag, síðan Fiskamarknaður Føroya sá dagsins ljós fyri meira enn 10 árum síðan.
- Prísirnir eru sum heild lágir í dag, men teir hava verið lægri. Minnist eg rætt, lógu línubátarnir á einum miðalprísi, sum var einar 7 kr. fyri kilo nakað eftir, at uppboðssølan byrjaði. Eg haldi eisini, at prísirnir onkuntíð vóru lægri enn tað. Í dag selja línubátarnir, sum nevnt, fyri ein miðalprís, sum liggur báðu megin 10 kr. fyri kilo, sigur Oskar Joensen.