Eftir at løgtingið hevði atkvøtt tvey tey fyrstu málini ígjøgnum í tinginum í morgun, tók Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, tað óvanliga stig at taka restina av málunum av skrá. Harímillum uppskotið
at tingið bara fer í summarfrí nú, hóast samgongan als ikki hevur ætlað tað. Páll á Reynatúgvu og Høgni Hoydal eru sum skilst á fundi júst nú, og teir skulu saman við samgonguleiðarunum taka støðu til, hvat [...] viðgerðina av fiskivinnuuppskotinum hjá samgonguni. Orsøkin er púra óviss enn. Tað er bara Páll á Reynatúgvu sum veit, hví fundurin skuldi slítast nú. Í stuttari viðmerking úr tinginum sigur løgtingsformaðurin
Samgongan fer á fund nú, at umrøða hvussu farast fram, eftir at Páll á Reynatúgvu sleit tingfundin og tók øll mál av skrá. Tað er ein ávís ørkymlan í tinginum í løtuni, tí eingin var klárur yvir, at hetta [...] Heðin Mortensen, tinglimur í Javnaðarflokkinum og partur av formansskapinum, segði, at samgongan fer á fund nú, men sum hann dugdi at meta støðuna, so fór tingið í feriu í dag. Hann sá til dømis ikki fyri
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur nú, at tingið fer til hús og kemur saman aftur á Ólavssøku. - Eg metti, at trýstið á skipanina bleiv ov stórt og at eitt so stórt mál sum fiskivinnunýskipanin [...] n ikki fekk tað viðgerð, sum tað hevur uppiborið, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur víðari, at hann hevði gjørt púra greitt, at málið skuldi verða púra klár løgliga og politiskt áðrenn tað kom í tingið [...] hvussu málið liggur, men eg kann bara staðfesta, at málið ikki er búgvið at viðgera, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at hetta var ikki ein avgerð, sum hann hevur tikið saman við øðrum, men hevur sum
Michelsen, formaður í Framsókn, sigur, at tað er semja um fiskvinnunýskipanina í samgonguni, hóast Páll á Reynatúgvu sigur nakað annað. Hann skilir væl tá fólk siga, at tað er ein ørkymlan kring uppskotið, tí
avgerðina hjá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, at senda tingið til hús. - Tað var trupult at fáa uppskotið endaliga avgreitt, samstundis sum bæði løgtingsfólk og fyrisitingin hevur krav upp á at sleppa [...] fiskivinnuuppskotið verður lagt fram aftur á ólavsøku. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við tíðindini hjá Kringvarpinum á middegi. Løgmaður leggur dent á, at rokið í dag ikki hevur nakað við eina
Áðrenn Páll á Reynatúgvu púra óvæntað sendi Løgtingið í summarfrí í morgun, náddu tingfólk at viðgera tvey mál í triðju viðgerð og samtykkja tey. Annað teirra hevði við sær, at frá í dag, er føroyskt teknmál [...] ímóti hesum degi, síðani Málráðið bleiv sett á stovn. Les eisini Føroyskt teknmál skal mennast og styrkjast Tað vóru 15 uppskotsstillarar úr øllum flokkum á tingi, sum løgdu uppskotið fyri tingið 15. mai
málinum, skriva Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri í skrivi til Páll á Reynatúgvu í dag. Nú er tað sostatt endaligt, at ein kanningarstjóri skal setast at kanna Høgna Hoydal [...] ðurin í fiskivinnumálum í hesum málið umsitið sítt á málsøki á lógligan og fullgóðan hátt? 7. Hevur løgmaður í hesum máli røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt? [...] stýrisskipanarlógini, heita á løgtingsformannin um beinanvegin seta ein kanningarstjóra at kanna, um landsstyrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í samband
løgmanni kannaða eisini, sigur Bárður Nielsen. Áðrenn Páll á Reynatúgvu sendi tingið í summarfrí, var tosað um, at eitt misálit møguliga fór at verða lagt á Høgna Hoydal av andstøðuni. Bárður Nielsen heldur
fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmanni. Tað segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, við útvarpstíðindini hjá Kringvarpinum á middegi. - Vit hava fingið tilfarið frá andstøðuni og saman við [...] um hvør kann vera egnaður sum kanningarstjóri, segði Páll á Reynatúgvu við útvarpið. Í samrøðuni við útvarpið legði løgtingsformaðurin eisini dent á, at hann tekur uppgávu í størstu álvara og fer at gera