Tingfólk sum kánus: Øll mál tikin av skrá í tinginum

Eftir at løgtingið hevði atkvøtt tvey tey fyrstu málini ígjøgnum í tinginum í morgun, tók Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, tað óvanliga stig at taka restina av málunum av skrá. Harímillum uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni.

 

Hann segði, at lýst verður nærri seinni hvat hendir.

 

Løgtingsformaðurin vildi ikki viðmerkja hví hann gjørdi tað og eingin tykist vita reiðiliga hví hann gjørdi tað. Í løtuni verður bíðað eftir hvat hendir nú.