Andstøðan: Nú vilja vit hava kanningarstjóra

Høgni Hoydal skal nú kannast. Her eru kanningarpunktini.

- Undirritaðu løgtingslimir vilja við hesum, við tilvísing til § 38, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, heita á løgtingsformannin um beinanvegin seta ein kanningarstjóra at kanna, um landsstyrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í samband við flyting av veiðuloyvum.

 

Eisini verður biðið um at kanningarstjórin skal kanna, um landsstýrismaðurin hevur givið Løgtinginum rættar upplýsingar í málinum, skriva Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri í skrivi til Páll á Reynatúgvu í dag. Nú er tað sostatt endaligt, at ein kanningarstjóri skal setast at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann. 

 

 

Ítøkiliga verður sipað til málini um flyting av veiðurættindum frá línuskipinum ”Helenu” til uppisjóvarskipið ”Slættaberg” at fiska svartkjaft burtur av felagskvotu.

 

 

Spurningarnir, sum andstøðan vil hava kannaðar eru hesir:

 

1.   Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Høgni Hoydal viðvirkað til at útskriva veiðuloyvir, herundir flyting av veiðuloyvum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014 og/ella sum eru í stríð við galdandi fiskivinnulóggávu og/ella hevur landsstýrismaðurin verið vitandi um hesi viðurskifti?

 

 

2.   Hevur Fiskimálaráðið undir núverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum Høgna Hoydal viðvirkað til at útskriva veiðuloyvir, herundir flyting av veiðulovum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014 og/ella sum eru í stríð við galdandi fiskivinnulóggávu?

 

 

3.   Gav Høgni Hoydal, landsstyrismaður Løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar, tá hann á løgtingsfundi tann 29. maj 2017 upplýsti, at hann einans var gjørdur varugur við flyting frá línuskipi til uppsjóvarskip, samstundis sum hann undirstrikaði, at tað var Vørn, sum umsitur hatta í dag og at tað var ein kanning í gongd av hvat ið gongur fyri seg har. Landsstyrismaðurin upplýsti, at hann vildi svara, tá hann hevði fingið at vita, hvat gekk fyri seg í Vørn.

 

 

4.   Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Høgni Hoydal og/ella Fiskimálaráðið hildið seg til galdandi umsitingarligar reglur í samband við ítøkilig boð til Vørn um at taka ávísar konkretar avgerðir, herundir at taka avgerð um afturtøku av givnum loyvum, hóast hetta málsøkið er lagt út til Vørn at umsita?

 

 

5.   Hvør gav boðini um at taka aftur veiðuloyvið hjá Slættaberg og vóru hesi boð lóglig? Í noktandi føri verður kanningarstjórin eisini biðin um at greina, hvørja endurgjaldsskyldu landskassin møguliga kann ífalla orsakað av afturtøkuni av tilsøgnini til nevnda reiðarí.

 

 

6.   Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í hesum málið umsitið sítt á málsøki á lógligan og fullgóðan hátt?

 

 

7.   Hevur løgmaður í hesum máli røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt?