Samgongan fer á fund nú, at umrøða hvussu farast fram, eftir at Páll á Reynatúgvu sleit tingfundin og tók øll mál av skrá.
Tað er ein ávís ørkymlan í tinginum í løtuni, tí eingin var klárur yvir, at hetta fór at henda. Onkur hevur gitt, at tað er ósemja um fiskivinnupolitikkin, ið er orsøkin, meðan onnur hava mett, at um til dømis eitt misálit var lagt fram, so høvdu allar tíðarfreistir farið og tingið hevði ikki klára at avgreitt málini, ið tað skal áðrenn hósdagin, tá tingið skal í feriu.
Heðin Mortensen, tinglimur í Javnaðarflokkinum og partur av formansskapinum, segði, at samgongan fer á fund nú, men sum hann dugdi at meta støðuna, so fór tingið í feriu í dag. Hann sá til dømis ikki fyri sær, at nakar fór at savna undirskriftir at kalla tingið saman aftur.
- Tað verður trupult at gera nakað annað nú. Tá seyðurin er farin úr rættini og í allar ættir, tá er ringt at savna aftur, segði Heðin Mortensen.










