Ruðuleiki í tinginum: Tingið sent heim

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur nú, at tingið fer til hús og kemur saman aftur á Ólavssøku.

 

- Eg metti, at trýstið á skipanina bleiv ov stórt og at eitt so stórt mál sum fiskivinnunýskipanin ikki fekk tað viðgerð, sum tað hevur uppiborið, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Hann sigur víðari, at hann hevði gjørt púra greitt, at málið skuldi verða púra klár løgliga og politiskt áðrenn tað kom í tingið og tað metti hann tað ikki at verða.

 

- Eitt mál sum hetta skal hava eina virðiliga viðgerð og tá eg ikki fyri mær, at hon fór at fáa. Eg taki ikki støðu til júst hvussu málið liggur, men eg kann bara staðfesta, at málið ikki er búgvið at viðgera, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Hann sigur, at hetta var ikki ein avgerð, sum hann hevur tikið saman við øðrum, men hevur sum tingformaður, sjálvur tikið hesa avgerð.

 

- Eg havi umsitingarlig atlit at taka og tað havi eg gjørt. Tó havi eg sjálvandi eisini politiskt atlit og eg kundi í morgun staðfesta, at vit sum stjórn ikki vórðu heilt klár at leggja hetta mál fram. Eg helt ikki, at semjan innanhýsis var nóg stór til at hetta málið skuldi fram nú, sigur Páll á Reynatúgvu.