Filmsbrot: - Semja er í samgonguni um nýskipanina

Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur, at tað er semja um fiskvinnunýskipanina í samgonguni, hóast Páll á Reynatúgvu sigur nakað annað.

 

Hann skilir væl tá fólk siga, at tað er ein ørkymlan kring uppskotið, tí tað eitt ógvuliga tekniskt og torført mál. Tí hevur skipanin kanska brúk fyri einum andarhaldi, men semjan er kortini til staðar innanhýsis um nýskipanaruppskotið.