Kreppa í tinginum: - Kann gott vera vit steðga nú

- Tað kann gott vera, at vit siga nú er summarfrí, sigur løgtingsformaðurin í stuttari viðmerking um ruðuleikan.

Ruðuleiki er í tinginum - og tað meira enn annars væntað var. Tí tá ið tingfundurin byrjaði nakað eftir klokkan 10.00, vóru tvey mál koyrd í gjøgnum, og síðani sleit formaðurin fundin og tók øll hini málini av skránni - har í millum viðgerðina av fiskivinnuuppskotinum hjá samgonguni. 

 

 

Orsøkin er púra óviss enn. Tað er bara Páll á Reynatúgvu sum veit, hví fundurin skuldi slítast nú. Í stuttari viðmerking úr tinginum sigur løgtingsformaðurin, at tað kann væl vera, at tingið bara fer í summarfrí nú, hóast samgongan als ikki hevur ætlað tað. 

 

 

Páll á Reynatúgvu og Høgni Hoydal eru sum skilst á fundi júst nú, og teir skulu saman við samgonguleiðarunum taka støðu til, hvat nú skal henda. Eftir ætlan skuldi nógv umrødda fiskivinnuuppskotið avgreiðast við 2. viðgerð í dag, men tað letur til, at løgtingsformaðurin hevur fingið nóg mikið og nú sendir tingið til hús. 

 

 

Sum skilst úr løgtinginum kemur nærri kunning til tingfólk klokkan 10.45.