Tað verður ikki fyrr enn eftir ólavsøku, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmanni. Tað segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, við útvarpstíðindini hjá Kringvarpinum á middegi.
- Vit hava fingið tilfarið frá andstøðuni og saman við umsitingini fari eg so at hyggja eftir tilfarinum, og so fer umsitingin at koma við einum tilmæli til mín, um hvør kann vera egnaður sum kanningarstjóri, segði Páll á Reynatúgvu við útvarpið.
Í samrøðuni við útvarpið legði løgtingsformaðurin eisini dent á, at hann tekur uppgávu í størstu álvara og fer at gera sítt til, at ein kanningarstjóri verður settur, ið einki ivamál kann setast við.
Løgtingsformaðurin upplýsti eisini, at neyðugt verður at søkja eykajáttan til at seta kanningarstjóran.
Kæran hjá andstøðuni kann lesast her.










