Løgmaður: Samgongan er intakt

- Tað er eingin ivi um, at samgongan er intakt, og tað er eingin ivi um, at fiskivinnuuppskotið verður lagt fram aftur á ólavsøku.


Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við tíðindini hjá Kringvarpinum á middegi.


Løgmaður leggur dent á, at rokið í dag ikki hevur nakað við eina ósemju í samgonguni at gera, men at samgongan er samd um uppskotið, og at tað verður lagt fram aftur.


Eins og Høgni Hoydal, so sigur løgmaður seg stuðla avgerðina hjá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, at senda tingið til hús.


- Tað var trupult at fáa uppskotið endaliga avgreitt, samstundis sum bæði løgtingsfólk og fyrisitingin hevur krav upp á at sleppa í summarferiu. Tí kom løgtingsformaðurin til tað niðurstøðu, ið helst var rætt, at tað var neyðugt at senda løgtingið til hús, segði løgmaður við útvarpið.